Lýsing
Lýsing
Lýsing

Skerdir útróðrarmenn

SKRIVAÐ: Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur  |  31.01.2024 - 17:53 Lesarabrøv Tíðindi

Tað sýnist lætt hjá landsstýrismanninum at skerja fiskidagar og stongja økir hjá útróðraflotanum. Er hetta tekin um manglandi virðing fyri fiskimonnum, sum hava hart og krevjandi arbeiði á sjónum ?

Nú boðar Havstovan enn einaferð  frá, at neyðugt er at  skerja fiskidagatalið og steingja økir hjá útróðraflotanum. Kundi hugsað mær at vita, um landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum ætlar at hoyra hvat  útróðrarmennirnir hava at siga í hesum so týðandi máli fyri teir.  

Teir eru serfrøðingar á økinum og eru teir, sum helst  kenna mest  til fiskiøkir, vind og streym umframt burðardygga veiðu. Ella ætlar landsstýrismaðurin at skúgva útróðrarmennirnar og teirra vitan  til viks, tá avgerð skal takast, sum fer at merkja lagnuna hjá útróðrarmonnunum, og seta arbeiðspláss teirra í vanda.

Stór virðing eigur at verða um útróðrarmannin, sum alt ov ofta verður raktur av skerjingum av ymsum slag, skerdum fiskidøgum og stongdum økjum. Hetta hendir sjálvt um vit øll áttu vita, at útróðrarflotin drepur ongan stovn, tí hann er longu so nógv skerdur orsakað av veðri og streymi tí talan er jú um smábátar. Og um nakar, so er tað júst útróðrarmaðurin fyrst og fremst, sum vil verja um fiskistovnin, og fiska burðardygt, fyri ikki at forkoma sínum egna livibreyði.

 

Útróðrarmenn ótryggir

Útróðrarmenn eru sum vituligt er, sera ótryggir um íkomnu støðuna og í heila tikið ótryggir um teirra framtíð. Er landsstýrismaðurin í ferð við at forkoma hesum arbeiðsplássum og livibreyði teirra, sum starvast har og øllum útróðri í Føroyum? Tað eru bara nakrir heilt fáir útróðrarmenn eftir . Ì Klaksvík eru í mesta lagi 5 fult riknir útróðrarbátar eftir. Um hildið verður fram við at skerja dagar og avmarka økir, so verður hesum fáu bátum ikki lív lagað leingi aftrat.

Tað er tíð uppá, at hendan samgongan nú  steðgar við at niðurleggja fleiri arbeiðspláss.

Tað mann vera lagnunnar speisemi, at tá tað kemur til almenn størv, verður nógv lagt fyri, so starvsfólkini  kunnu fara upp í tíð, helst fulla tíð, umframt lønarlyft og lønarhækkingar. Men tá tað kemur til útróðramannin, so verða fiskidagarnir skerdir við 20 prosentum og økir stongd. Hetta vil alt annað líka raka útróðrarmennirnar meint  Nógv broytist á mansins ævi.  Áður var tjóðveldisflokkurin ein verka- og fiskimannavinur.

Lurta eisini eftir útróðramanninum

At lurta blint eftir fiskifrøðingunum áttu vit havt lært av, tá hugsað verður um, hvussu oftani hesar metingar og útsagnir ikki hava hildið.  Rættast hevði verið, at myndugleikin ikki bara tekur tað fyri góða vøru, sum Havstovan ella fiskifrøðingar koma við, men eisini lurtar og tekur tað til eftirtektar, sum okkara sjómenn vísa á. Útróðramenn, sum hava servitan frá teirra arbeiði á sjónum, sum teir á landi ikki hava sama møguleika til.

Vanligt er, at tá tað snýr seg um arbeiðspláss á landi, verða starvsfólkini ella umboð teirra hoyrd, áðrenn avgerðir verða tiknar. Undarligt, um hetta ikki er sama mannagongd, tá tað snýr seg um útróðrarmenn.

Undirritaða hevur í dag sent fylgjandi spurningar til landssstýrismannin í fiskivinnumálum Dennis Holm:

Spurningarnir kunnu lesast við at trýsta á linki her : https://www.logting.fo/mal/mal/?id=10724

 

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur
Løgtingskvinna

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hálvur klaksvík­ingur søkti KÍ
Nýtt forfólk í Pedagog­felagnum
Søren Pape Poulsen deyður
Lønin avgerandi fyri brúkiliga bjarginga…
Haakon Lunov: KÍ er liðugt at keypa inn
Upptakt: KÍ-HB
Uriah Heep kemur til Klaksvíkar
Kunningarstovan á ferð í Norð­oyggjum
Móttøka í Vágum fyri fyrsta føroyska far…
Á pall fyri fyrstu ferð
Opið hús á Tekniska skúla
Prógvhandan á Yrkisnámi
Veðrið um vikuskiftið
Aðalfundur Norðoya Fornminna­felag 2024
217 ára gomul føroysk kvinnu­troyggja fun…
Magne Hoseth: Tað kom sum eitt sjokk
Magne Hoseth fekk 50 dagar - uppsagdur
Samstarvsavtala millum Sunda kommunu og…
Hugnaløta í kirkju­kjallarinum
Bátafelagið á Torradøgunum