Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Dagmar Juel Rasmussen

Tað nýggjasta um illveðrið

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  31.01.2024 - 11:22 Tíðindi Veðrið

Nógvur vindur er kring landið, og nógvar hvirlur eru norðanfyri í løtuni. Vit hava ringt til veðurmannin á Veðurstovu Føroya, Hanus Kjølbro, um støðuna, sum er nú. Hann er eisini veðurmaður hjá Norðlýsinum.

Hann hevur nógv at gera við at taka telefonina, bæði í gjár og allan morgun. Men hann gav sær tíð at tosa.

Støðan er hon, at miðjan í lágtrýstinum er í løtuni statt einar 200 fjórðingar í landnyrðing úr Fugloynni. Økið við mesta vindinum er raka okkum vestaneftir. Vindurin er vaksin munandi seinastu løtuna, hann var annars minkaður nakað væl í ein tíma ella so her á Viðareiði. Men nú eru hvirlurnar komnar, og hann er farin upp í vestan.

Um 12 tíðina og 1 ella 2 tímar fram verður tað ringasta veðrið, soleiðis sum modellini rokna í løtuni. Vit kunnu rokna við miðalvindferð upp í 23 til 28 m/s – í løtum nakað meir, kanska meiri enn 30 m/s. Hvirlurnar tori eg ikki at seta tal á, men hálvaðru ferð miðalvindin er ikki óvanligt.

Hann endar við at siga, at vit skulu rokna við hesum ringa veðrinum til 14 tíðina. Hann hopar ikki, at tað verður drúgvari enn tað. Minkar tað áðrenn, skulu vit bara vera glað.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Norð­oyastevnu­framsýningin
Fyrra hálvfinalan í Klaksvík mikukvøldið
Undirsjóvar­tunnil um Kalsoyarfjørð
Námsfrøð­ingar til Mylnuhúsið
Stongt fyri allar ferðslu undir Fossunum
Hvar er harmonikan Martin?
Hjarta, blóðrensl, blóðflokkar og blóðge…
Samtykkið ikki hesa málspilluna!
Vinn eitt atgongumerki til Summar­festiva…
Grøv nr 13 í Lutherkirku í Keypmannahavn
Broyting í innsavningin hjá IRF
Sira vitja Norðlýsið
Eiðisløta í Hólmahúsinum
Norð­urlendsk kokkakapping á Sjómannadegn…
Dialysuviðgerð á Klaksvíkar sjúkra­húsi
16 dagførdir lívbjargarar
Tonik á fjórða sinni
Breddin 7/­5-2025. Kapitalur, produktivit…
Formansfrágreiðingin til lands­fundin 202…
Kom og kasta pílar