Lýsing
Lýsing
Lýsing

WALL-J og ROBOTT-Bussurin

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  08.02.2024 - 03:01 Mentan Myndarøð Tíðindi

Maja og Julia, sum báðar ganga í 6. flokki, hava seinastu vikuna hugsavnað seg um eitt prosjekt, har tær hava brúkt síni skapandi evni og góðu hugskot.

 

Vit hava ofta hoyrt, enntá frá granskarum, at skapandi evni og góð hugskot verða vakt, tá vit keða okkum. Hetta hava vit ofta hoyrt og kanska serliga seinnu árini, nú tað vísir seg, at børn ofta skulu undirhaldast og hava minni og minni bindindi at hugsavna seg.

Maja og Julia, sum báðar ganga í 6. flokki, hava seinastu vikuna hugsavnað seg um eitt prosjekt, har tær hava brúkt síni skapandi evni og góðu hugskot.

Herfyri kom eg gangandi eftir gongini í miðdeild og sá, at okkurt spennandi var á vási. Eg sá og hoyrdi ein stuttligan bil koma koyrandi eftir gólvinum. Eg spurdi Juliu, sum átti stuttliga og spennandi pappbilin, hvussu hon fekk hugskotið.

 

Julia sigur:

Eg keddi meg í teldu-tímanum, so eg sat og hugdi á telduni hjá mær, men har var einki. Eg fann síðani eina heimasíðu, og eg fekk hugskotið við eitt líknandi. So byrjaði eg.

Víðari sigur Julia, at hon síðani fór í gongd, og tað tók henni nakrar dagar at gera bilin, sum hon kallar Wall-J.

Maja hevur eisini gjørt ein pappbil. Hon hevur gjørt ein skúlabuss og helt tað var so sera stuttligt at gera hendan bussin saman við Juliu.

 

Maja sigur:

Eg gjørdi hendan bussin, tí Julia ein dagin hevði sagt mær, at hon fór at gera ein robott, sum kundi ganga ella koyra. Eg trúði henni ikki í byrjanini, men so kom hon í skúla við tí kulasta papp-robottinum, sum eg nakrantíð havi sæð. Men nokk um tað. Hesin roboturin hjá Juliu var so fínur, at eg var heilt vís í, at eg fór at gera mær onkran robott. Og tað var grundin til, at eg fór at gera hendan fína robott-bussin.  

Eg, Julia og Anna fóru heim til Juliu at gera bilar. Eg var ikki sikkur í, at eg fór at verða liðug til tíðina, men tað var eg heldigvís.  

Hetta var eitt tað besta upplivilsi, eg nakrantíð havi havt.
Til robottbussin og Wall-J hava tær brúkt ein fjarstýrdan bil, sum er inni i pappeskjuni. Pappbilin hava tær gjørt við køksrull, máling, staniol og øðrum tilfari.

Her er eitt lítið video av robottunum, sum koyra.

 

 

Sum tit síggja, so kann nógv áhugavert og stuttligt koma burturúr at keða seg.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
MEST: - Fasttrack skipanin hevur stórt v…
Tjóðarbygging arbeiðarans
Veðrið í vikuni
Løgmaður: - Barna­frádráttu­rin verður hæk…
Aðalfundur hjá Bláa Krossi
Verða Magn og Effo non-profit ella fái e…
Minni Bakkafrost, meira Føroyar!
Samgonguskjal við nýggjum og spennandi m…
- Sjálvandi skulu vit fara undir oljulei…
Heimskend jazz-trio vitjar Varpið í dag!
Evangeliskt møti í Betesda sunnukvøldið
MAP vinnur arkitektakapping um nýggjan Í…
KÍ-toppskjúttin spælir ikki aftur hetta…
Myndarøð og dystarfrásøgn: KÍ fekk gongd…
Tá tú starir niður í dýpið, starir dýpið…
Fíggjarmála­ráð­har­rin: - Samgonguskjalið…
Hanus forkunnuga vitjan
Uttanríkis­ráð­har­rin: Sendistovur verða l…
Stríð um javnstøðu í Fólka­flokkinum
Almennar móttøkur fyri nýggja landsstýri…