Lýsing
Lýsing
Lýsing

Nýggj nevnd í Huxa

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  08.02.2024 - 21:46 Politikkur Tíðindaskriv

Farna árið hevur nevndin í Huxa verið virkin við ymiskum tiltøkum, túrum og lesarabrøvum. Vit hava í dag eitt virkið ungmannafelag við nógvum góðum limum. Hesir limir eru grundarlagið fyri okkara virksemi og eru vit sera takksom fyri tað.

 

Formaðurin seinasta árið, Rói Johannesen, valdi ikki at taka við afturvali, men vit gleðast um, at Rói heldur fram í nevndini sum kassameistari. Nýggjur formaður er Rúni Reginsson Hammer, sum hevur verið kassameistari seinasta árið.

 

Nýggja nevndin og tiltakslimir í Huxa eru hesi:

  • Rúni Hammer, formaður, Hoyvík
  • Maria Müller, næstforkvinna, Klaksvík
  • Rói Johannesen, kassameistari, Kaldbak
  • Eyðstein Zachariasen, skrivari, Streymnes
  • Oddur Norðberg, nevndarlimur, Hvalba
  • Jessica Cazabon Celibashi, tiltakslimur, Tórshavn

 

Vanta á myndini:

  • Fríði Leitisskarð, tiltakslimur, Hoyvík
  • Olaf Olsen Sundstein, tiltakslimur, Søldarfjørður

 

Nevndin gleðir seg at fara til verka og sær fram til eitt spennandi ár, har fleiri av okkara limum fara at bjóða seg fram til kommunuvalini runt landið, sum verður í heyst.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fýrasmæru­stjórnin leggur frá landi
Esmar hevur eina áhugaverda familjusøgu
OL, statslán, lesandi og føroyskur avger…
Lønið FAS-reiðaríum fyri at brúka føroys…
Lands­roknskapu­rin fyri 2025 hevði 11 mió…
Ársaðalfundur og fyrilestur við Anders…
Íslendski forsetin vitjar Føroyar í juni
Nýggj barnabók løgd fram á norð­oyastevnu
Komið øll við: Spurnarkapping og hópin a…
Barnaskráin á G! kunngjørd
Skúlin í Leirvík
Havbúnaðar­felagið hevur havt aðalfund
Saman um Fjørðin
ABC-samgongan í gávuhoyri, men hvar eru…
Eyr og mold móttøkan stongd í tveir daga…
Nýtt havna- og vinnuøki norð­anfyri Norðh…
Ákæran móti sýslumanni og grindaformonnu…
Nýggj app hjálpir tær at leggja av
Eyðun Andreassen, professari, farin
Váðaráðið tilnevnt