Lýsing
Lýsing
Lýsing

Kommunur eru ikki húskallar hjá landinum men harrar í kommunala geiranum

SKRIVAÐ: Jógvan Skorheim  |  09.02.2024 - 00:06 Lesarabrøv Tíðindi

Sum kommunupolitikari má eg rópa varskó! Tað gongur skeiva vegin við kommunala sjálvræðinum. Eitt feskt og ræðandi dømi um hetta er uppskotið um “burðardygga ferðavinnu”, sum avdúkar, at landsstýrið sær kommunurnar sum umsitingarligar húskallar hjá sær sjálvum. Uppgávurnar verða lagdar út á kommunurnar at fremja og gjalda, men gjald og vald fylgjast als ikki, tí landið skal einki rinda, men skal kortini stýra og góðkenna niður í detaljur tað, sum kommunurnar fyritaka sær.

Líkt er til, at Føroya Landsstýri ikki hevur rætta fatan av tí samfelagsskipan, sum land okkara byggir á, har almenni parturin umsitingarliga er lutaður sundur í tveir sjálvstøðugar geirar (sektorar). Annar geirin er tann kommunali, og hin er landið, sum ikki skulu blandast saman umsitingarliga.

Vit vita eisini av ringum royndum í áratíggju, at tað gevur vánalig úrslit at almennar ábyrgdir og uppgávur verða tvíbýttar millum land og kommunur. Hetta tykist landsstýrið heldur ikki at hava vitan um, tí tað er júst tann vegin, man nú aftur leitar við lógaruppskotinum um “burðardygga ferðavinnu”.


Tvíbýtt ábyrgd er = ongin ábyrgd!

Fram til ár 2000 var dagstovnaøkið ein tvíbýtt ábyrgd millum land og kommunur. Kommunurnar vóru undir landsumsitingarligum eftirliti, og har kommunurnar skuldu taka initiativ, men alt skuldi góðkennast av landinum, sum so skuldi veita stuðul til hvønn dagstovn. Úrslitið av hesum var ein naggatódn og stagnatión, tí henda skipan gjørdi, at einki hendi.

Hetta gjørdi, at táverandi landsstýri og kommunustýri ásannaðu, at tvíbýtt ábyrgd er = ongin ábyrgd. Tá varð skipanin broytt við dagstovnalógini, sum kom í ár 2000. Hetta førdi til, at kommunurnar tóku fulla ábyrgd av dagstovnaøkinum, og SO hendi ein kollveltandi broyting og menning av dagstovnaøkinum, sum er sjón fyri søgn í dag.


Í ávísan mun var eisini tvíbýtt ábyrgd galdandi á eldraøkinum, sum eisini har førdi til manglandi atgerð og dynamikk. Tí valdi táverandi landsstýri í 2014 at gera á leið somu broyting á eldraøkinum sum á dagstovnaøkinum. Í eldralóggávuni varð staðfest, at “kommunurnar hava ábyrgdina av virkseminum eftir hesi lóg”. Tá fekk kommunali geirin ábyrgdina og umsitingina av eldraøkinum, sum síðan tá bæði er ment og uppraðfest munandi, hóast umstøðurnar gera, at tað framvegis er lang tá mál.

 

Gjald og vald mugu fylgjast!

Tað er týðiligt, bæði út frá omanfyrinevndu og øðrum royndum, at kommunurnar eru betur egnaðar og betur førar fyri at útinna og røkja borgaravendar tænastur. Samstundis er tað ein fortreyt fyri, at skal hetta fungera í verki, so mugu GJALD OG VALD FYLGJAST. Um kommunurnar skulu gjalda, taka initiativ, leggja orku í og seta í verk tiltøk á einum málsøki, so mugu tær hava valdið yvir málsøkinum og ikki verða noyddar at søkja landsstýrið um góðkenning og loyvi á umsitingarligum støði heilt niður í smálutir.

Enn verri verður – sum vit síggja í lógaruppskotinum um “burðardygga ferðavinnu” – har landið skal fáa inntøkurnar og síðan skal sita og býta hesar inntøkur út til kommunurnar sum eitt ella annað slag av “blokkstuðuli” eftir nøkrum sera fløktum parametrum og samansettum reglum. Tann, sum hevur kekkheftið, hevur veruliga valdið! So einfalt er tað.

Her fylgjast gjald og vald á ongan hátt. Nei, kommunurnar skulu gjalda og gera alt arbeiðið, meðan landið hevur alt valdið og skal góðkenna alt, sum kommunurnar finna uppá at gera. Hetta er og verður ein fløkja, har ábyrgdin hongur í leysari luft onkrastaðni í ongamannalandi.


Eisini fer henda skipan, sum landsstýrið saman við eitt nú Visit Faroe Islands hevur snikkað saman, at elva til eitt slag av “kassahugsan”, sum vit sóu í 80’unum, har kommunur blivu tilskundaðar at hugsa í øðrum enn bara í nyttuvirði. Stuðulsskipanir frá landi til kommunur løgdu tá upp til, at kommunur í ov stóran mun hugsaðu í stuðuli frá landinum, tá tær skuldu gera íløgur.

Hetta sóu vit m.a. í teimum mongu bátahyljunum, sum tá blivu bygdir. Fleiri vóru skilagóðar íløgur, men summir blivu ikki bygdir, tí tað endiliga var tann skilabesta íløgan. Nei, orsøkin og insitamentið til, at ein kommuna bygdi t.d. ein bátahyl, var tíverri viðhvørt í størri mun, at hann gav so nógvan stuðul frá landinum, heldur enn væl umhugsað raðfesting. Eisini var henda skipan partur av orsøkini til, at summar kommunur høvdu stóra skuld í 80’unum.


Tí vil eg sum kommunupolitikari rópa varskó, nú lógaruppskotið um “burðardygga ferðavinnu” verður viðgjørt. Royndirnar eru sera ringar av skipanum, har kommunali geirin ikki fær fulla ábyrgd, men kortini skal gjalda, og har landið stórt sæð einki skal rinda, men skal valda. Og enn verri verður, um landið enntá skal hava inntøkurnar til at býta út til sínar “húskallar” kring landið.


Hetta lógaruppskotið vendir tíverri skeivt á fleiri mótum, og eg vil sum kommunupolitikari staðiliga heita á kommunustýrislimir um at viðgera hetta uppskot sera kritiskt. Við hesi kósini verður kommunala sjálvræðið hótt, við tað at fólkavaldar kommunur verða lagdar undir landsumsitingarliga smálutastýring, har landið fær allar inntøkurnar og harvið alt veruligt vald á ferðavinnuøkinum.


Somu viðferð tykjast tey at fáa, sum eiga og røkja jørðina og veita tænastur til ferðavinnuna kring landið. Har tykist lógaruppskotið tíverri eisini at leggja upp til at noktað teimum at taka gjald frá ferðafólkum. Ein sentralisering av valdi og fígging, meðan gjaldið, ábyrgdin og stríðið verður sent út til kommunurnar, ið við hesum mest eru átøkar umsitingarligum húskallum hjá landsumsitingini og Visit Faroe Islands.


Nei, latið okkum heldur trúgva og satsa upp á tað privata initiativið og tað kommunala frælsið kring land okkara. TAÐ fer at byggja land okkara, eisini á ferðavinnuøkinum, meðan landsins uppgáva má avmarkast til eitt yvirskipað eftirlit uttan umsitingarligt formyndarí og stuðulsskipanir.


Klaksvík, 8. februar 2024 

Jógvan Skorheim, Klaksvík

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað
Dragin til umvælingar í Danmark
Skrúvuguds­tænasta í Christians­kirkjuni
Gøtudals­tunnil, nú!
Áhugafelagið Spinnarríið hevur aðalfund
Fleiri ymisk skeið innan vitlíki
Góða gongdin hjá J&K Petersen heldur fra…
- Vit mugu virða ta gomlu søguna og tað…
Foto framsýning í Smiðjuni í Lítluvík 18…