Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ítróttafagnaðurin verður á Rás1

SKRIVAÐ: ÍSF  |  09.02.2024 - 11:44 Ítrottur Tíðindi

Besta mansliðið hjá KÍ og Mjølnir eru í uppskoti at vinna innan ávíkavist Ítróttanavnið og Ítróttarfelagsskapurin

 

Leygarkvøldið 10. februar klokkan 20 verður Ítróttafagnaðurin 2023 í Løkshøll. Tiltakið verður víst á Rás1 á Televarpinum.

Føroyskur ítróttur stendur í fagrasta blóma, og tað sæst á úrslitunum á altjóða pallinum. Á Ítróttafagnaðinum 2023 fagna vit okkara bestu ítróttafólkum og teimum eldsálum, sum eru kring landið.

Ítróttafagnaðurin verður leygarkvøldið klokkan 20, og sum nakað nýtt verður tiltakið víst á Rás1 á Televarpinum og á tv.fo.

Sjey heiðurslønir verða latnar. Finnast skulu ársins navn, venjari og stjørnuskot, eldsál og felagsskapur, og so verður Poul E. Petersens heiðusskjalið eisini latið.

Sum nakað nýtt verður ársins sólstrála kosin. Ársins sólstrála er ein ungur persónur – 20 ár ella yngri, ið millum annað stimbrar undir rørslu og ítróttagleði, og sum leggur lunnar undir tann góða felagsskapin.

Hesi eru í uppskoti til at vinna: 

 

ÍtróttaNAVNIÐ:  

·     Besta mansliðið hjá KÍ 

·     A-landsliðið hjá monnum í hondbólti 

·     Jónas Gunnleivsson Isaksen (Bragdið) 

 

ÍtróttaVENJARIN:  

·     Wong Fai Yin (Havnar Badmintonfelag) 

·     Heri Ziska (Hvirlan) 

·     Sarita Kristina Hansen (KÍF kappróður) 

 

ÍtróttaSTJØRNUSKOTIÐ:  

·     Jónas Gunnleivsson Isaksen (Bragdið) 

·     Rakel Brattalíð Tindskarð (reiðfólk) 

·     U19-landsliðið hjá monnum í hondbólti 

 

ÍtróttaELDSÁLIN:  

·     Eyðdis Ellendersen (Tvøroyrar Bóltfelag) 

·     Jón Brekku (Havnar Tennisfelag) 

·     Jan Johannesen (Flogbóltsfelagið Dráttur) 

 

ÍtróttaFELAGSSKAPURIN: 

·     Mjølnir 

·     B71 

·     Hondbóltssamband Føroya 

 

ÍtróttaSÓLSTRÁLAN:  

·     Gyða B. Djónadóttir og Johanna Østerø (Neistin) 

·     Ári Fríðason Jensen (Borðtennisfelagið Tór) 

·     Gunnvá Fríða Bárðardóttir Nielsen (VÍF og Havnar Fimleikarafelag) 

 

Sára Jógvansdóttir og Tróndur Arge eru vertir. Tónleikurin verður við Annu Sofíu Skoradal, Róki Jákupsson, Adrenaline og Kristinu Bærendsen. Henning Hjalt Nicodemussen stendur á odda fyri orkestrinum.  

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nøglin: Klaksvík­ingur tapir aftur á Eyst…
Vitlíkisrisi ávarar: Vit verða noydd at…
Anfinn & co og RSP á Livandi Varmakeldu
Beinleiðis stroyming: Nøglin undan eysta…
KÍ-HB: Toppdystur í kvøld kl. 19.00
Kirstin leitar eftir familju sínari í Fø…
Motussport selur til allar ítróttargrein…
Tað verður ikki dýrari hjá vanligum pens…
Megnar klaksvík­ingur at svara aftur?
Heimsmeistaraheitið í fótbólti - søgan u…
Formula heiðrað av HP fyri søluavrik inn…
Trump hátíðarheldur 80 ára føðingardag v…
Monika Stauss og Símun Hammer 2 konserti…
Føroysk vinnuferð til Suðurkorea
- Vit skulu verða tryggari á bóltinum
KG fekk vitjan í dag
KG fekk vitjan í dag
HM byrjar í kvøld, og eitt lítið oyg…
Føroya Bjór: Sigfríður Venned 40 ára sta…
Lands­nevndin hjá SU er skipað!