Lýsing
Lýsing
Lýsing

Føroyska kavaraútbúgvingin væl móttikin

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  09.02.2024 - 14:23 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Janus Joensen, stjóri og eigari av  føroyska vinnukavaraskúlanum, “Faroe Dive”:

Føddur í Fuglafirði 8. juni 1978.

Útbúgving: Xm art. í søgu. Norðursælands Brandlið, kaving. Bjargingarkaviprógv frá sløkkiliðnum í Keypmannahavn. 2002 - instruktør í frítíðarkaving. Sløkkiliðsmaður 2006. Skeiðslærari í trygd á sjónum í 2007. Føroyskt vinnukavarabræv í 2008. Danskur vinnukavari í 2009 frá Sløkkiliðnum í Norðursælandi. 2011 útbúgving sum bjargingarkavari til sløkkiliðskavari frá sløkkiliðnum í Keypmannahavn. 2014 útbúgving sum frálandakavari í Noregi. Harumframt hevur Janus prógv íymiskum serskeiðum.

Janus er giftur Lydiu Joensen úr KIaksvík, tey eiga trý børn og búleikast í Klaksvík.

Prát við stjóran á Faroe-Dive:

Tá eg og kona mín Lydia lósu í Odense, arbeiddi eg á einum frítíðarkavingarskúla har. Tá vit fluttu heim í 2002, ætlaði eg at byrja undirvísing í frítíðarkaving. Fyri at hava fleiri bein at standa á, setti eg meg í samband við Ferðaráð Føroya um møguleikarnar fyri at bjóða ferðafólki kaving við ferðaleiðara á sjónum. Ferðavinnan var tá  ikki eins búgvin, sum hon er í dag. Tað haldi eg ikki, at tey á Ferðaráðnum skiltu nakað av, tí tey mettu ikki at tað var ráðiligt at fara undir slíkt ferðavinnutilboð. Hví tey høvdu eina slíka støðu skilti eg ongantíð. 

Stovnaði egið virki

So var eittans at gera, og tað var sjálvur at fara undir at stovna egið virki við endamálinum, at skipa fyri kaving við føroyingum og ferðafólki. Hetta var ikki bara sum at siga tað. Hugskotið gav ikki nógv í kassan í 2002. Men vit vóru ung og vit høvdu ikki sethús at forsvara, so tað bar til. Frá 2002 og til 2004 búðu vit á Toftum og fluttu hagani til Klaksvíkar í 2004. 

 Á Sjónám

Í 2006 ringdi stjórin á Trygdarmiðstøðini, og spurdi meg, um eg hevði hug og møguleika at hjálpa teimum við sjógvvenjingunum í samband við trygdarskeiðum fyri sjófólki á Borðoyarvík. Í 2007 fekk eg fast starv sum skeiðslærari á Trygdarmiðstøðini. Nærum samstundis varð eg settur í starv á Klaksvíkar Sløkkiliði. Afturat hesum arbeiði, rak eg eisini fríðtíðskavingarskúlan Faroe Dive, sum eg hevði stovnað stutt frammanundan. 

Fleiri óhapp

Tá vit flyta til Klaksvíkar í 2004, vóru tað fleiri og fleiri fyrispurningar um at útbúgva vinnukavarar. Orsøkin til tað var helst, at tað manglaðu kavarar við hóskandi kavaraútbúgving innan ávísar vinnugreinar. Tá vóru bert nakrir fáir vinnukavarar í drift, og harafturat hendi, sambært heilsuverkinum, tíverri fleiri óhapp.  

Eftir altjóða leisti

Vit fóru tí í 2007 undir at fyrireika og menna føroyskar vinnukavaraútbúgvingar eftir altjóða leisti. Men hetta var ikki bara, sum at siga tað, tí lógarverkið var ikki gjørt til slíkar vinnuútbúgvingar. Tað vóru aðrir, ið høvdu útbúgvið kavarar áðrenn, soleiðis at kavarar kundu fáa vinnuloyvi niður á t.d. 12 metra dýpi. Heri Mørkøre og aðrir byrjaðu seint í 70´unum at útbúgva kavarar í Suðuroy. Hetta var eftir áheitan frá Føroya Landsstýri. Seinni vóru tað fiskiveiðieftirlitið og aðrir privatir, ið hildu fram við hesum arbeiðið. 

Fyrsta vinnukavaraskeiðið

Í 2009 varð fyrsta føroyska vinnukavaraskeiðið avgreitt eftir altjóða leisti. Hetta var sera áhugavert og læruríkt fyri bæði mynduleikar og leiðsluna á kavaraskúlanum. Ein próvnevnd varð eisini sett hetta árið. Nevndin er mynduleikin, ið avgerð og góðkennir vinnukavaraútbúgvingar. Harumframt eru limir í próvnevndini próvdómarar, tá vinnukavarar á øllum stigum fara til endaligar royndir. 

 Slangukaving

Føroysku mynduleikarnir settu ógvuliga hørð krøv til føroysku vinnukavaraútbúgvingarnar og kavaraskúlan frá byrjan. Hetta hevur seinni havt við sær, at kavarar við føroyskari kavaraútbúgving hava havt lætt við at fáa sínar útbúgvingar viðurkendar í grannalondum okkara t.d. Grønlandi, Íslandi, Danmark og Noregi. Nevnast kann at t.d. danska Søfartsstyrelsen hevur gjørt eina fasta mannagongd fyri, hvussu føroysk vinnubrøv verða umskipað til donsk. Hetta er sera gott, tí í løtuni er tann føroyski vinnukavaraskúlin tann einasti kavaraskúlin í danska ríkinum, ið veitir kavarum útbúgving í slangukaving ella sum tað eitur: Kaving við luftveiting frá vatnskorpuni. 

Við vátklokku og trýstkamari 

Føroysku vinnukavaraútbúgvingarnar er í trimum stigum. Fyrsta stigið er ætlað lættari kaving, tað eru teir ella tey, sum kava við fløsku á rygginum niður á 30 metur. Hesir kavarar hava loyvi at arbeiða við hondamboðum. Flestu kavarar í alivinnuni eru í hesum bólkinum. Annað stigið, ella miðalútbúgvingin, er við luftveiting av vatnskorpuni og niður á 30 metur. Hesir kavararnir kunnu eisini arbeiða við amboðum sum fáa streym ella luft frá landi av ella frá omanfyri vatnskorpuna. Triðja stigið er til frálandakaving út á opið hav og niður á 50 metrar dýpi við slangu, vátklokku og trýstkamari. 

 Úr ymiskum vinnugreinum

Umframt at útbúgva fólk úr alivinnuni hevur Faroe Dive eisini útbúgvið fólk úr øðrum vinnugreinum. Millum aðrar hava danskir fornfrøðingar tikið útbúgving her, eisini hava sløkkkiliðsfólk og fólk frá Vørn tikið útbúgvin á føroyska vinnukavaraskúlanum. 

Vaksandi áhugi

Áhugin frá kavarum úr grannalondum okkara fyri at útbúgva seg í Føroyum, er vaksandi. Serliga er áhugin vaksin nógv seinasta árið. Serliga eru tað danir og íslendingar, ið venda sær til føroyska kavaraskúlan við fyrispurningum.

 Norðasti í heiminum

Føroyski vinnukavaraskúlin er tann norðasti vinnukavaraskúlin í heiminum. Hetta hevur við sær, at áhugin fyri føroysku kavaraútbúgvingunum er vaksandi. 

5 starvsfólk

Í løtuni eitt fast sett starvsfólkið á skúlanum. Men afturat eru áleið 4 starvsfólk, ið undirvísa í ymiskum sergreinum og eru hjálparundirvísarar tá nógv er at gera. 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Heilsu­tænastur­nar skulu nærri borgarunum
Faroe Pride 2024: ein fagnaður fyri ymis…
Suðuroyar­tunnilin er ein átrokandi nýski…
Viðmerkti á TV2 úr Klaksvík
Vit tippa: Ein varin ólavsøkurøða við en…
Amerikanska fólkaræðið á einum vegamóti
Her er skráin fyri Summar Festivalin
Nýtt reinsiverk Niðri í Gili
Herman Lindberg er farin, men ómetaliga…
Skúgvurin frá Einar´s Distillery - 5 ára…
Ólavsøkan byrjar í SMS
Ókeypis Familju­krókur hjá Føroya Pro Vit…
Stórfingin 20 ára jubileums­konsert
Ímóti Bodø/­Glimt vendu vit 0-3 til greið…
Havnarvág í 1874
Tríggir nýggir leikarar undir Mýruhjalla
Íslendsk skip velja MEST
Talvdystur á ólavsøku
Hornorkestrið á Skúlatrøð
Til minnist um Hugo Thomsen