Lýsing
Lýsing
Lýsing

Føroyameistarnir klárir frá byrjan

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  11.02.2024 - 14:27 Ítrottur Tíðindi

Ársins fyrsta kapping var á Skála um vikuskiftið, kappast var baði hjá monnum og kvinnum, 53 menn og 8 kvinnur vóru tilmeldaði og spenningurin var stórur nú dart árið 2024 fór av bakkastokki, nógv stendur fyri framman í ár, millum annað stóru altjóða kappingarnar Tórshavn Open og Faroe Islands Open, sum verða um 1  mánað, landsliðini skulu til baði norðulendska meistaraheitið í Íslandi og til EM í Slovakia, og eisini standa nógvar altjóða kappingar fyri einstaklingar fyri framman. Til altjóða kappingarnr sum verða á Glasir frá 22-24 mars síggja vit longu nú, stóran áhuga frá útlandinum, og hava fólk úr 8 ymiskum londum longu boða frá, at tey koma hendanvegin. 


Endurtøka av FM finalunum
Í kappingini hjá kvinnum stóð finalan ímillum FM finalistarnir frá í fjør, Beintu Joensen úr KDF og Maibritt Hvíthamar úr HDF. Serliga Maibritt hevði ígjøgnum dagin víst rættiliga styrki, og hevði hon aðrenn finaluna bert tapt 3 sett á degnum. Og byrjaði finalan eisini sum hon ætlaði, Maibritt kom á odda 3-0 og alt tyktist avgjørt, í fjórða setti misti Maibritt fleiri dystarpílar og megnaði Beinta at berja seg uppá 3-3. Sjenda og avgerðandi setti bleiv eitt ordiligt nervaspæl, har baðar fylgdust allan vegin niður og vóru fleiri dystaravgerðandi pílar mistir. Endin var at Beinta vann 4-3, ein ordiliga spennandi finala ið vísti at vit kunnu síggja fram til eitt spennandi kappingarár hjá kvinnum. 


Hjá monnum er kappingin skipa soleiðis at spælt verður í einum A bólki og einum B bólki, har teir meir royndu leikarnir spæla fyri seg, ímeðan teir nyggju og teir ið ikki hava støði spæla í B bólkinum. 21 mans vóru í A bólkinum, og sóu vit nógv gott spæl og allarflestu av dystunum, høvdu miðaltøl uppá yvir 70, og onkrir av dystunum nærkaðist teimum 90 í snitt. Finalan bleiv ímillum Una Árting og Jan McIntosh úr HDF. Uni lat ongan iva verða um, at hann í løtuni er okkara besti spælari og vann dystin 7-3. Um hugt verður eftir tað ið leikarnir løgdu eftir seg í ársins fyrstu kapping, so hava vit ikki sað so høgt støði í Føroyum fyrr, og fleiri leikarar kunnu koma at geva harða kapping í ár. 


Finalan í B bólkinum var ímillum Benny Hansen úr D16 og Egin Hallgrímsson úr ADF. Benny hevur seinasta árið víst at hann hevur støði til A bólkin, og vann hann eisini trygt finaluna 5-1, hetta var fyrsta finalan hjá Egin, sum er ein nyggjur dartspælari og hann kunnu vit vænta at síggja nógv til í framtíðini. Næsta opna kapping verður 9 mars
´Úrslitini av ársins fyrstu kapping 
Kvinnur 
Nr 1 Beinta Joensen KDF 
Nr 2 Maibritt Hvíthamar HDF 
Nr 3 Jóna Miðalberg KDF 
Nr 3 Kristbjørg Reinert Vesturklett VDF
Menn A
Nr 1 Uni Árting HDF 
Nr 2 Jan McIntosh HDF 
Nr 3 Petur Thomsen D16 
Nr 3 Jan Erik Fjallstein VDF 
Menn B
Nr 1 Benny Hansen D16 
Nr 2 Egin Hallgrímsson ADF 
Nr 3 Jóannes Árting HDF 
Nr 3 Jógvan Olivur Kallsoy EDF 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Yvir 21 milliónir bilar verið ígjøgnum N…
Vága Floghavn 9,4 milliónir í halli
Lands­stýris­maðu­rin hitt starvs­felagar úr…
Rósa og Elisabeth í praktik í kommununi 
Lands­stýris­maðu­rin á fisk­vinnu­messu í Ba…
Skip liggja við heimarukai
Atlantic Airways: Hall hóast ferðafólkam…
Símun: - Eg vildi vita meira um veðrið o…
Sommerson Band á Country Festivali­num
Skulu vit hava fólkaræði ella teknokrati…
Standmynd avdúkað í Oyndarfirði sunnudag…
Miðflokku­rin – lands­fundu­rin 2026
Veðrið í dag
Klassika­rin snýr seg um at umganga krepp…
Megnar Mjølnir at endurvinna steypakappi…
Aftur í ár var skipað fyri ársins vitana…
Ikki eiti á samgongubyrjan- 20. mió oyra…
Blátt við nýggjum staklagi
Javningin av almanna­pensjónum
Broytingar í ferðsluni uttanfyri Christi…