Lýsing
Lýsing
Lýsing

KÍ hevur mannfall í miðverjuni

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  27.02.2024 - 22:53 Ítrottur Tíðindi

Stórt sæð allir skaðarnir raka í miðverjuni hjá KÍ.

Tá KÍ spældi venjingardyst móti B68 leygardagin var tað við leikarum sum Jákup B. Andreasen, René S. Joensen og Símun Kalsø í miðverjuni. Ikki leikarar sum vit hava sæð spælt har síðstu árini.

Orsøkin er, at nógvir skaðar raka miðverjarnar. Odmar Færø og Heini Vatndal fóru báðir út í 59. minutti móti Lille 14. desember.

34 ára gamli Odmar Færø hevur ikki spælt nakran venjingardyst síðani og var í Svøríki til kanningar hjá læknanum á A-landsliðnum fyrr í mánaðinum. Sum skilst vóru boðini at skaðin er komin av sliti. Odmar var saman við Jákupi B. Andreasen, sum eisini hevur verið darvaður av skaða í ár, leikarin, sum spældi flestar dystir í fjør (47 og 50) og tað kann verða, at hetta krevjandi árið kostar nú árið eftir í skaðum. Odmar er ikki byrjaður at venja enn og tað tykist ógreitt, nær hann verður tøkur aftur.

32 ára gamli Heini Vatnsdal hevur spælt onkran dyst og vant við okkurt tíðarskeið, men var ikki við móti B68. Sum skilst fer hann til nærri kanningar uttanlands í vikuni, og ógreitt er, nær hann verður tøkur.

30 ára gamli Deni Pavlovic var spældi ikki nógvar heilar dystir í fjør, tí skaði darvaði. Hann hevur næstan ongan venjingardyst spælt í ár, men hann hevur síðstu tíðina vant meir og meir við og tykist kanska ikki at verða so langt frá at kunna spæla.

21 ára gamli Børge Petersen spældi allar venjingardystirnar í Portugal, men bleiv skaddur og hevur ikki spælt síðani. Hann er byrjaður at venja aftur í pørtum av venjingini og tykist kanska ikki at verða so langt frá at kunna spæla.

33 ára gamli Cédric Yambéré hevur júst skrivað undir við KÍ og KÍ skrivaði, at tað gongur ein tíð áðrenn hann fær arbeiðs- og uppihaldsloyvið til at spæla. Tí er kanska hugsandi, at hann ikki verður tøkur til teir tríggjar dystirnar áðrenn landsliðsteðgin í mars.

Afturat hesum miðverjunum eru Hallur Hansson og Jonn Johannessen skaddir. Hjá Hallur ganga í minsta lagi nakrar vikur, áðrenn hann kann spæla aftur, meðan tað kanska verður nakað fyrr, at Jonn kann byrja at venja við fullari ferð. Báðir hava verið undir skurð í vetur.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Løgmaður helt røðu fyri U21-hetjunum
Metstórar skatta­rætt­ingar í 2024
Føroyskir triatletar luttikið í kappingu…
Søgan um Merle Haggard (5:9)
Vinn atgongumerki til Summar­festivalin
Bústaðarmarknaðu­rin kókar og føroyingu…
Julian vitjar Norðlýsið
Integratións­lógin sett í gildi
Hvat við at spara innan kleyvarskap?
Sethúsaprísirnir halda áfram at hækka
Lions og list á ólavsøku
Føroyskir audiologopedar hava stovnað áh…
Ein dýrabar løta við mentan, mati og sam…
Kostnaðu­rin av at reka vinnu má takast í…
Nýggja stuðuls­skipanin til gransking, me…
Parasport Føroyar og Atlantic Airways lo…
Signar syngur við
Málningar á Laksatorginum
Laksatorgið 2025 – Ein uppliving fyri al…
Sokallaða tjóðarsemjan