Lýsing
Lýsing
Lýsing
Væl av fólk møtti upp leygarmorgunin í síðstu viku, har Bárður á Lakjuni spældi og sang fyri og eftir at Marjun Lómaklett hugleiddi um Skarðs-bátin | Mynd: Dávur Winther

Bátafelagið á Torradøgunum

SKRIVAÐ: Tekst og myndir: Dávur Winther  |  29.02.2024 - 22:32 Mentan Myndarøð Tíðindi

Boðið varð bæði til sjavskvøld mikukvøldið og ókeypis morgunmatarborð leygarmorgunin hjá Norðoya Bátafelag, í felagshølunum á Faktorsvegur 6

Væl av fólk møtti upp leygarmorgunin í síðstu viku, har Bárður á Lakjuni spældi og sang fyri og eftir at Marjun Lómaklett eisini hugleiddi um Skarðs-bátin, sum fórst tollaksmessudag í 1913.

Henda sama dagin fórst ein bátur úr Kunoy og ein úr Norðdepli. Tveir bátar av Skarði vóru farnina frammanundan – ein í 1835 og hin í 1872. við hsum bátum fórust 16 mans og eftir sótu 11 einkir og 13 faðiirleys børn.

Næstrakærleika gjørdi tó tað, at til bar at hóra undan háast vanlukkuna. Fólk komu úr grannabygdunum at hjálpa til við at fáa hoyggið til høldar. Eisini hjálptu fleiri avbygdafólk til við rakstri og fletting.

Men tað vóru bara ov fá fólk í arbeiðsføru aldri, so tað gjødrist ov tungt. Bydini var ikki lív lagað. Hin 26. januar í 1919 futtur tey seinastu av Skarði - nógv teirra til Haraldsunds, har ein býlingur varð kalla Skarðs-býlingur.

Eisini fall prátið á Símun av Skarði, sum í 1892 var lærari við allar tríggjar skúlarnar í Kunoynni. Hann tók læraraprógv 1896. Var á Askov Háskúla 1898, har nógvir føroyingar hava verið og var sum kunnugt við at stovan Føroya fólka Háskúla saman við Rasmus og øðrum í Klaksvík í 1898.

Skúlin helt til á sethúsum á stongunum og eisni lutvíst í samkomuhúsinum ella dansistovuni, sum var liðugt bygd í 1898.

Símun av Skarði var læraralærdur, og Rasmus Rasmussen var handverkari. Báðir fóru teir til Danmarkar á Vallekilde háskúla í tveir vetrar, og eftir tað fóru teir at eftirútbúgva seg til háskúlalærarar á Danmarks Lærerhøjskole. Simun var eisini á Askov.

Komnir heim aftur fóru teir í 1899, stuðlaðir av konunum Sonnu av Skarði og Onnu Soffíu Rasmussen, undir fyrsta háskúlaskeiðið í fyribilshølum í Klaksvík.

Tó hildu tey, at best var, at ein háskúli lá fyri seg sjálvan í vakrari náttúru. Háskúlafólkini fingu loyvi at byggja skúlan í Føgrulíð. Fleiri góð fólk stuðlaðu byggingini, og Rasmus, ið var handverkari, gjørdi stóran part av byggiarbeiðinum sjálvur.

Í 1900 fluttu tey í nýggja skúlan í Føgrulíð. Her búðu so lærarafólkini og næmingarnir, men í 1909 vórðu húsini tikin niður og flutt til Havnar. Har hevur Føroya Fólkaháskúli verið síðan. Helst hevur skúlin ligið ov langt burtur frá dagligum lívi millum fólk.

“Tú alfagra land mítt” yrkti Símun av Skarði í Føgrulíð í 1906.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Samgongan slær egin orð upp í glens
Skapa karmar fyri oljuvinnu og kanna møg…
Beinir, Bárður og Jacob í lands­stýrið
Heilsugott ábit til børn og ung í Húsinu…
Føroya Bjór: Klaksvíkar kommuna ynskir i…
Aksel og Margit í lands­stýrið fyri Javna…
Neyvan nakar eyka heilsu­skúli í Havn
Tiltøk í vikuni
KS: Trý nýggj starvs­fólk á Tænastudeildi…
Mini TeenStreet í Kelduni – 10. og 11. a…
Sjey aðalráð geva Sandoynni umboðan
‘’Suffer in Silence’’ er nýtt staklag ef…
Munandi betrað landafrøði­lig umboðan
Óvissan um tjóðarsemjuna opnar fyri Nýgg…
Samgonguskjalið undirskrivað
Johan Dahl verður løgtingsfor­maður
Hesi verða lands­stýris­fólk
Mars – lýggjur og vátur
Fríðin: KÍ venur til Evropa
Stórur áhugi fyri framtíðarætlan­ini BHS2…