Klaksvíkar bókasavn í desember
Í desember verður nógv ymiskt á skránni á bókasavninum. Børnini kunnu lána eina bókatasku við ymiskum jólalesnaði og til ber at klippa jólaprýði allan desember.
Mánadagin 1. desember kl. 16.30 verður fyrsta tiltakið, tá verður hugnalig søguløta, har Krista Hvannastein fer at lesa jólasøgu hjá Astrid Lindgren og aftaná síggja vit jólafilm.
Bókaframløga verður 4. desember kl. 19.30, tá fer Beinta Løwe at leggja fram nýggju bók sína ”Tá ið fólkaræði verður rakt av sjúku”.
Mánadagin 8. desember kl. 16.30 til 18.00 ber til hjá vaksnum og størri børnum at koma á bókasavnið at gera jólakúlur úr endurnýtslutoy, til ber at hava toyrestir við sjálvi, men vit eiga eisini nógvar restir á bókasavninum.
Mánadagin 15. desember kl. 16.30 – 18.00 verðu aftur tiltak fyri børn frá, tá fara vit at gera fittar kavamenn og jólamenn úr pompon.
So komið á bókasavnið í desember og njóti eina hugnaliga løtu saman.
