Lýsing
Lýsing
Lýsing
Sig mær hvar tú býrt, og eg skal siga tær, hvussu tú atkvøðir. Fosturtøkumálið vísir týðiliga, at virðisgrundarlag er sera tengt at bústaðinum hjá tingfólkinum og at kalla als ikki at flokstilknýtinum

Ruðuleiki uttan valdømi

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  04.12.2025 - 15:32 Leiðarin Mentan Politikkur

Fosturtøkumálið vitnar um fullkomið kaos í Løgtinginum. Alliansur verða gjørdar í eyst’ og vest’, varafólk hoppa inn og út úr Løgtinginum, landsstýrisfólk út og inn úr Landsstýrinum, framsóknarlimur leggur uppskot fram saman við sambands-, javnaðar- og tjóðveldislimum, annar framsóknarlimur broytingaruppskot fram saman við miðfloks- og sambandslimum … snøgt sagt: Ein peruvellingur av formati

 

Í 2007 var møguleiki fyri, at veljarafelagið Samhald ikki vildi lata Edmund Joensen stilla upp á sambandslistanum í Eysturoy. Ivaleyst vegna hansara atkvøðu fyri §266b. Edmund Joensen skeyt tí upp at gera allar Føroyar til eitt valdømi, soleiðis at hann kundi stilla upp og fáa atkvøður úr øllum landinum. Politikarar úr Suðurstreymoy eygnaðu ein betraðan møguleika fyri persónligum afturvali, og til valið í 2008 fóru føroyingar so til val í einum einstøkum valdømi. Soleiðis var sjálvsøkni atvoldin til galdandi valskipan, vit nú liva undir.

Tað er ikki gjørligt at vera erligur og siga, at tað hevur hildnast væl. Í staðin fyri at hava lokalpolitikk og flokkar, fóru vit yvir til, at øll nú eru í stríði við hvønn annan. Og er meira reglan enn undantakið, at varafólkini eru diametralt ósamd við tinglimirnar, tey eru varafólk fyri. Tí í veruleikanum hava eysturoyingar nógv meira til felags við eysturoyingar, havnarfólk við havnarfólk, norðoyingar við norðoyingar – enn hvat tey hava til felags við onnur í sama flokki.

 

Mótstøðufólkið er nú varafólkið

Taka vit Framsókn sum fyrsta dømið, so hevur havnarmaðurin Bjarni Kárason Petersen nógv meira til felags við havnarfólk úr øðrum flokkum, eisini á vinstravonginum, enn hvat hann hevur í felag við ein eysturoying sum Honnu Jensen. Og ein annar eysturoyingur, Jaspur Langaard, hevur heilt nógv í felag við aðrar eysturoyingar og eysturoyarpolitikarar úr øðrum flokkum, men lítið og onki í felag við Kaj Leo Johannesen, sum hann vikarierar fyri. Og Ingilín Strøm og Hervør Pálsdóttir eru sum pottur og panna – ikki tí teirra politisku hugsjónir líkjast, men tí at tær báðar eru úr Suðurstreymoy. Tað er í nógv størri mun bústaðurin – økið, har man býr – sum ger av, hvønn man er á bylgjulongd við. Nógv meira enn flokstilknýtið.

Sagt varð, at vit skuldu fáa meira landspolitikk og minni (helst ongan) lokalpolitikk av einum valdømi. Men tað var alla tíðina at kasta fólki torvmold í eyguni. At Javnaðarflokkurin til dømis setir varastjóran á Landssjúkrahúsinum til landsstýrisfólk í heilsumálum – er tað nakað frægari enn lokalpolitikkur? Í Suðuroy er eitt sterkt ynski um, at Føðideild letur upp aftur, oynni at frama. Men tey kunnu spara sær ómakin, tí ein varastjóri á Sjúkrahúsinum í Havn fer altíð at verja lokala borg. Og tað skilir man væl – Margit Stórá hevði mist atkvøður í Havn, um hon tók fyrilit fyri suðuroyingum fram um fyrilitini fyri sínum egna veljaraskara í Tórshavn.

 

Lokali felagsskapurin nógv størri virði enn flokstilknýti

Fyrr var varafólkið altíð úr sama valdømi sum tann, tey vóru varafólk fyri. Tey høvdu sama bakland. Nú kann eitt varafólk meina tað diametralt mótsatta av tí innvalda, og tað síggja vit javnan, tá hesi koma úr hvør sínum øki í landinum.

Í dag síggja vit tingfólk í farloyvi koma á ting í úrtíð fyri at bera einkultmál ígjøgnum. Landsstýrisfólk trína niður í Løgtingið fyri at trýsta varafólkið út og fyri at broyta útfallið av atkvøðugreiðslum. Løgtingsfólk fáa í boðið landsstýrissess bara fyri at pacificera ta atkvøðuna, floksleiðslan óttaðist fór at verða givin.

Tí í einum valdømi er álitið á varafólkini horvið. Tingfólk í farloyvi og í Landsstýrinum sita sum á nálum klár til at taka sætið á tingi aftur, tí tey eru nervøs fyri, at nú varafólkið atkvøðir so ella so í hesum ella hasum málinum. At tey eru í sama flokki gevur ongan tryggleika, um tey ikki eru úr sama øki í landinum. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ruðuleiki uttan valdømi
Myndarøð: Kavamyndir frá 2008 í Klaksvík
KS: Listalig gáva frá Ellinor Mercedis
Veðrið í Stóru Dímun
Føroya Politi og Ákæruvaldið verða uppra…
Klakkur inni við 175 tonsum
Klaksvíkar bókasavn í desember
Hans Jákup og Hanus vitja Norðlýsið
Jóannes Bjartalíð: Ongin skomm at biðja…
Ókend Klaksvíkarsøga jarðað í gamla kirk…
Vita og gita merkja ikki tað sama, Lilja…
Læt okkum skriva eina lóg sum passar til…
Mjølnir vann tvær ferðir 3-0 á Fleyr í f…
HANDAN DEYÐANS DYR - Nýggj bók frá forla…
Friðarligt flytingarvindeyga hjá KÍ
Nýtt føroyskt start-up
Mjølnir - Fleyr í kvøld
Greining: Ongin Suðuroyar­tunnil kann bja…
Ankerstjerne á Voxbotn 2026
Frændur á G! 2026