Lýsing
Lýsing
Lýsing
Aksel V. Johannesen heilsar uppá Ursulu van der Leyen | Mynd: Sverri Egholm

Fjølmiðlar útihýstir – hevur Ursula nakað at fjala?

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  14.03.2024 - 11:56 Leiðarin Tíðindi

Ursula van der Leyen er í dag í Føroyum, men tað er stór synd at siga, at nevniverdur opinleiki er rundan um vitjanina. Hon hevur valt 2 tilvildarligar miðlar burtur úr føroyska miðlalandslagnum, og hóast valið ikki er upplagt, eru kortini ongar grundgevingar givnar fyri, hví hon einans vil tosa við teir báðar fjølmiðlarnar.

 

Norðlýsið kundi hugsað sær at sett forkvinnuni í ES-nevndini spurningarnar niðanfyri.

  • Fleiri meina, til dømis ein greining hjá Breugel, sum skrivað var um 1. mars í ár, at EU kann gera væl meira við at minka samhandilin við Russland. Hví er tað ikki gjørt, og eru ætlanir um at gera tað?
  • Samhandilin hjá onkrum ES-landi, til dømis Danmark, við grannalondini hjá Russlandi er eksploderaður síðani innrásina í Ukraina. Kann nøkur trygd veitast fyri, at hesar vørurnar ikki enda í Russlandi umvegis grannalondini og harvið undirminera saktiónirnar?
  • Hví verður bert latin upp ein skrivstova í Nuuk í Grønlandi, men ongin í Føroyum?
  • Kreftir í Danmark hava givið úttrykk fyri, at Føroyar skuldu fáa betri avtalur við ES at kompensera fyri minkandi handlinum við Russland. Onki er tó hent. Kann Miss van der Leyen nevna nakrar ítøkiligar batar í hesum sambandi?

Men sum sagt, so sleppa vit ikki at seta forkvinnuni í ES-nevndini nakran spurning. Vit hava til tíðir viðgjørt ES við einum kritiskum vinkli, og spurningurin er, um tað er orsøkin til, at vit ikki teljast millum tey útvaldu.

Teir báðir útvaldu føroysku miðlarnir sleppa heldur ikki at seta henni hesar spurningarnar, tí teir hava fingið at vita, at teir bara sleppa at seta 1 spurning í part. Ursula van der Leyen svarar bara trimum spurningum, og tann triði fer til danska miðilin TV2, sum eisini er útvaldur - margháttligt!

Eftir stendur, at opinleiki ikki er um ES-vitjanina í Føroyum. Hví man tað vera?

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tey heimleysu
Fólka­flokku­rin vil hava gongd aftur á ol…
Hvar er veruliga tjóðarsemjan?
Ein burðardyggur landbúnaðar­politikkur
Sambands­flokku­rin hevur greiðasta fólkat…
Tú má arva tín hjúnafelaga - Lívrentan e…
Omma og abbi mín vóru ikki tvær byrðar.…
Sjúrður Skaale verður greiður toppskjútt…
188 fólk fleiri valdu enn í 2022
Javnstøða má eisini fevna um dreingir, m…
Meðan vit bíða
VELJIÐ LISTA A TIL FÓLKA­TINGSVALIÐ!
Vinnan er loysnin á bústaðar­trupulleikan…
Skjóta viðgerð og hjálp
Familjulív, skúlalív, felagslív, vinnulí…
Várljóð 6. – 11. apríl 2026
Nú javnar valluttøkan seg
Meðan val er
- Hevur týdning at tú gevur tí so nógv r…
- Húsarhald­ini skulu klára seg og sítt