Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ferðavinnan í Mykinesi

SKRIVAÐ: Finn Hansen, Hagastýrisformaður  |  24.03.2024 - 09:39 Lesarabrøv Mentan Politikkur Vinna

Nú Høgni Hoydal saman við sínum aðalráði, hevur verið á sjarmu ferð kring oyggjarnar, har hann hevur greitt frá hvussu gott alt verður, tá tann nýggja ferðavinnu lógin kemur í gildi, havi eg hesar viðmerkingar um ferðavinnuna í Mykinesi.

 

 

 

 

Í fjør avgjørdu allir hagapartarnir í Mykinesi, at øll útlensk ferðafólk, sum ætlaðu út í lundalandið at hyggja eftir lundum, skuldu hava ein ferðaleiðara við, sum tey sjálvandi eisini skuldu gjalda fyri. Tey ferðafólk sum bert ynsktu at ganga runt í bygdini skuldu EINKI gjalda.

Tey føroysku ferðafólkini kundu hekta seg uppá ferðaleiðaran ÓKEYPIS.

Av tí at tað dróg út, at fáa øll loyvir frá øllum jarð eigarum uppá pláss, so kom tíðindaskrivið um krav um ferðaleiðara ikki út fyrr enn seinast í april 2023, og var tað sera harmuligt, at tað ikki kom út fyrr. Men hesin ruðuleikin við øllum ferðafólkunum kundi ikki halda fram eitt ár afturat. Tað varð eisini ein avbjóðing, at fáa nokk av ferðaleiðarum tað fyrstu tíðina.

Tað var ikki fyri stuttleika, at hettar ferðaleiðara kravið bleiv sett í gildi. Mykines er ein Ramsar oyggj, og størsta lundalandið í Føroyum liggur í Mykinesi.

Í fleiri ár hava útlensk ferðafólk gingið og vála aftur og fram gjøgnum lundalandið. Tey hava sitið í tímavís ímillum lundaholurnar, har tey hava etið matpakkan og tikið myndir, soleiðis at sildberin ikki er sloppin inn í holuna at føða pisuna.

Samstundis hevur tyrlan flogið í pendul fart millum Mykines og landsjúkrahúsið við bein brotnum ferðafólkum.

Nýliga fór eitt týkst par klórandi inn gjøgnum tað leysa grótið inni á Kumlum, har kvinnan datt 5 metrar niður á helluna, og breyt bæði armar og bein. Aftur har máttu Mykines fólk traðka til, og fáa kvinnuna í tyrluna.

Í Mykinesi eru bert 7 íbúgvar, harav 5 av teimum eru pensionistar. Frá 1. mai til 31. august koma  millum 200 og 250 ferðafólk hvønn einasta dag, tá tað er siglandi. Hettar svarar til at umleið 800.000 ferðafólk koma til Tórshavnar kommunu hvønn einasta dag gjøgnum alt summarið.

Tað er eisini meira enn einaferð komi fyri, at nakrir kinesarir knappliga hava staði inni á køksgólvinum hjá bóndanum, meðan hann hevur sitið og eti døgurða, tí teir hildu, at húsið var eitt museum.

Í Mai mánað í fjør sendi Kringvarpið eina tíðindakvinnu vestur til Mykinesar, har hon í 2 dagar leitaði við lykt eftir onkrum útlendskum ferðafólkum, sum vóru ónøgd við at skula gjalda fyri ein ferðaleiðara. Tað eydnaðist tíðindakvinnuni at finna trý ferðafólk, sum gramdu seg um at skula gjalda fyri ein ferðaleiðara. Men Kringvarpinum so líkt, so hevði tíðindakvinnan als ongan áhuga í at tosa við hini 400 ferðafólkini, sum vóru væl nøgd við at gjalda fyri ein ferðaleiðara, har tey fingu nógv at vita um mentanina og søguna um Mykines.

Tað eydnaðist Kringvarpinum at skapa øsing, eftir at hettar innslagið úr Mykinesi kom í Dagur og Viku, har Høgni Hoydal kallaði ferðavinnuna í Mykinesi fyri Wild West.

Sjálvur havi eg tosa við nógv útlensk ferðafólk seinasta summar, og tey øll vóru sera glað fyri túrin út í lundalandið, har ferðaleiðarin greiddi frá søguni um Mykines, og um hvar tey skuldi ganga, og hvar tey IKKI skuldu ganga, samstundis sum tey sóu lundar í túsunda talið.

 

Tað hava eisini gingið leysatíðindir um, at tey sum eiga jørðina í Mykinesi, hava fingið peningin frá ferðavinnuni. Hettar er beinleiðis ósatt. Tað stendur í viðtøkunum hjá grunninum, at EINKI skal gjaldast út til eigarnar. Allur peningurin sum kemur inn, fer í ein grunn, sum hevur til endamáls at stuðla oynni. Nevnast kann, at grunnurin hevur keypt nýggja línu og sendarar til súluveiðu, og nýggja altartalvu til kirkjuna. Eisini hevur grunnurin goldið fyri gøtuna oman í Lamba og grót garðarnar, sum er lagaðir uppaftur. Eingin eigari hevur fingið so mikið sum eina krónu í sín part.

Gøturnar út í lundalandið eru nógv slitnar, har streym káplar eru komnir undan, so har fer grunnurin eisini at gjalda fyri at fáa gøturnar gjørdar aftur. Grunnurin hevur eisini goldið yvir eina millión út í lønum til ferðaleiðarar og samskiparar í 2023. Harafturat hevur grunnurin goldið skatt og MVG av inntøkunum, sum við nýggja uppskotinum kunnu fella burtur, saman við øllum inntøkunum til grunnin.

Komandi summar hevur Strandferðslan avgjørt at Jósup skal sigla ein túr meira enn í fjør, soleiðis at í summar koma enn fleiri ferðafólk til Mykinesar.

Um tann nýggja ferðavinnu lógin hjá Høgna Hoydal førir við sær, at ca. 250 ferðafólk dagliga sleppa at ganga akkurát sum tey vilja í lundalandinum uttan ferðaleiðara, so fer hettar at ganga út yvir lundastovnin og náttúruna, og tað er beint ímóti tí sum stendur undir paragraf 1, har tað stendur klárt og tíðuligt, at - ferðavinnan skal skipast á burðardyggum grundarlagi, til tess at verja náttúru, tilfeingi og siðvenju -

Vónandi brúka løgtingsfólkini sína sunnu fornuft, tá hettar málið skal avgreiðast.

 

Finn Hansen

Hagastýrisformaður

Heimangjógv, Mykines

Lýsing
Seinastu tíðindini
Áron – Nýggj bók frá Leirkerinum
Kringvarps­stjó­rin loystur úr starvi
Høvuðsarbeiðstøka at umvæla starvs­fólkab…
Bodø/­Glimt-áskoðarar í øðini um fagnaðar…
Venjarin til Betri kvinnur og 1. deild m…
Skonnartin Polo KG 141
Kristian tosar við Svein Rógva um hondbó…
Tvær ungar kvinnur og ein barna­heimur
"Teir sjey lestrar­nir" - Gudstænasta í C…
Harrapoddu­rin: Nýggjur partur úti
Næmingar spældu fyri fullum húsi
Gullbrúdleyp - Anna og Ásmund
Jólatræið á Norðoyri
Jólatræið í Ánunum
Stóra jóla­blaðið í gerð
Familju­pakkin  - ein tvingandi neyðug lo…
Jólatræið í Ánunum og á Norðoyri
Jólalig stuðuls­konsert í Varpinum
Klaksvíkar Talvfelag tvey umboð til NM
Nes kommuna fær kommunu­stjóra frá 1. jan…