Lýsing
Lýsing
Lýsing

Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag

SKRIVAÐ: Tekst og myndir: Dávur Winther  |  29.03.2024 - 02:56 Mentan Myndarøð Tíðindi

Fantastiskt, frábært, ómetaligt - soleiðis kann verða sagt í stuttum um framførsluna í Varpinum skírisdag av verkinum, Ein deutsches Requiem eftir Johannes Brahms.

Musiskt er talan um eitt sera melidiøst, pompøst, vakurt og sangbært verk – eitt vakurt verk, sum einhvør kann njóta gott av. Eitt yndisligt og stórbært verk av Johannes Brahms (1833-1897). 

Tað er fantastiskt og til takklátis at Symfoniorkestrið saman við Havnarkórinum og øðrum kann fremja slíkt bragd – Eitt væla tónleikaverk, sum er so vakurt og yndisligt, framført í bestu tónleikahølum í landinum. Soleiðis tóku fleiri av sangarunum og tónleikaranum til eftir konsertina.

Tað er eitt bragd av Havnakórinum við styrki frá øðrum kórum at fáa eitt so stórt tónleikavek upp at standa og eisini at fáa sett uppá beinini eitt so gott symfoniorkestur til høvið, har sjálvandi fleiri frá Føroya Symfoniorkestri ganga aftur, tó at ikki var talan um Føroya Symfoniorkestur sum so. Eitt væla kór, sum bar seg væl saman við orkestrinum og ikki minst styðjaði væl undir fantastisku soloirnar hjá sopranini, Hanne Marit Mordal Iversen og baritoninum, Sakarias Frederiksen Tranvåg.

Ein serstøk og fantastisk heildaruppliving! Takk fyri tað!

Fleiri sum vóru við í kórinum og í orkestrinum bedýraðu ljóðgóðskuna í høllini, sum hølið í stórhøllinini í Varpinum hevði at bjóða. Har komu fólk úr kórinum rennandi, ”Á sum her er gott at syngja”!

Sama skoðsmál hevði kórleiðarin, Leif Hansen at bjóða eftir konsertina fyri fullsettu konsertina í Varpinum við nærri 300 fólkum. Hetta er besta sang- og tónleikahølið í landinum, segði eini ovurfegin kórleiðari, eftir eina sera væl eydnaða konsert.

Ein deutsches Requiem er ætlað sum ein troyst til tey livandi. Tí byrjar Ein deutsches Requiem við kendu orðunum úr Fjallaprædikuni: “Sæl eru tey, sum syrgja, tí tey skula fáa troyst”. Brahms var bíbliukønur maður, sum sæst aftur í úrvalinum av bíbilsku tekstunum í teimum sjey satsunum. Brahms var protestantur og hevði tí ikki sama sýn á deyðan, helviti og dómadag, sum katólska trúgvin boðar.

Brahms var hinvegin upptikin av spurninginum um endamálið við lívinum her á jørðini. Hetta kemur til sjóndar gjøgnum alt verkið. At deyðin er ein veruleiki og partur av lívinum, verður sligið fast í øðrum satsi við teksti úr fyrra Pætursbrævi: “Alt kjøt er sum gras, og øll tess dýrd sum blóma á grasi; grasið følnar, og blóman fellur av”.

 Aftur og aftur verður víst til skriftstøð, sum vit kunna finna ugga í hóast sorg og deyða. Í fyrra brævi Paulusar til teirra í Korint stendur skrivað: “Men tá ið hetta forgongiliga er klætt í óforgongiligleika og hetta deyðuliga er klætt í ódeyðuligleika, tá skal tað orðið ganga út, sum skrivað er: Deyðin er uppslúkaður í sigur. Deyði, hvar er sigur tín? Deyði, hvar er broddur tín?”.

Enn einaferð stuttligt at vera við til eina so stóra og flotta konsert, har heildarupplivingin við kóri, orkestri og solistum var ómetaliga góð. Fyrstu ferð at eitt rættiligt symfoniorkestur hevur verið í høllini saman við einum rættum kóri við um 80 fólk.

Pláss var til endamálið – góður og stórur pallur, ljoðsgóðskan og aukostikkurin var eftir bókini, og vit hava enn einaferð trýstroynt høllinum sum nakað heilt serskilt. Hon er sera væl egnað til endamálið!

Tað er ikki altíð lætt at raka seymin á høvdið í hesum samanhangið, men tað hevur henda fantastiska tónleikaupplivingin við Requiem víst, at so er – Eitt fantastiskt tónleikahøli, sum sum ber einum symfoniorkestri og kóri, ið boðar frá, at hølið kann brúkast til so mangt!

Takk til symfoniorkestrið, sum taldi 40 tónleikarar, takk til tykkum frálíku 80 sangararnar í kórinum, og ikki minst takk til Leif Hansen kórleiðara, sum fekk alt hetta vakra uppá at standa - og á páskum, sum er ein serlig tíð við einum serligum boðskapi.

Tað er so gleðiigt at ein høll og mentanarhús, sum Varpið, kann hýsa slíkum tiltaki. Tað er so mikið meira gleðiligt, at tey, sum nýta høllina og húsið annars, fegnast um húsið og duga at síggja virðið í hesum fantastiska húsi.

Varpið hevur enn einaferð staðið sína roynd, og kann rættiliga bjóða seg fram til so mangt, sum vit fegnast almikið um.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Miriam & Bjarnhild í kvartfinalu í Finla…
1. deild kvinnur: Mjølnir spælir finalu…
Fráfaringarguds­tænasta í Christianskirkj…
Framsýning hjá Kvøldskúla­num og Handarbe…
Norðoya Gongufelag: Túr í Føgrulíð í mor…
Morten Messerschmidt til Føroyar at hald…
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…