Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Karmal Olsen  

Fiskanes TN 50

SKRIVAÐ: Óli Olsen  |  30.03.2024 - 10:59 Tíðindi Vinna

Fiskanes kom í føroyska veiðiflotan í 1955. Hvannasundsbrøðurnir – synir Mortans í Hvannasundi – og Esmar Fuglø keyptu trolaran úr Fleetwood.

 

 

Boston Fury, sum hann tá nevndist, var smíðaður í 1950 í Aberdeen, var 799 tons brutto og hevði 975 hesta guvumaskinu.

Við Hans Paula Johannesen sum skipara varð farið til Grønlands 30. apríl 1955. Teir landaðu tvær ferðir í Føroyingahavnini og komu síðani fullfermdir heim til Føroya 15. juli. Samanlagda saltfiskaveiðan fyri túrin var ikki minni enn 1142 tons – ein sera góð byrjan.

Hans Pauli, sum áður hevði ført trolararnar Norðbúgvan og Jóannes Patursson við góðum úrsliti, førdi Fiskanes til 1959, tá ið hann tók við stjórastarvi í landi. Bróðirin Napoleon (Poli) førdi síðan bátin til 1965, tá ið hann varð seldur av landinum. Yngsti bróðirin Svenning loysti onkuntíð Pola av á brúnni.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hvat er ætlanin við Ídni?
Jenis spyr lands­stýrismannin um framtíði…
Reisigildi uppi á Deild í Mikladali
Johnny er formaður í grønlendsku Nýskipa…
Páll Müller satsar uppá hondbóltin
KÍ skal spæla móti FC Atert Bissen
Sí lutakastið her
Sesilia Biskopstø gjørdist fyrsta pisan…
Norðlýsið fylgir við lutakasti­num beinle…
Beinleiðis spurnarkapping á Norð­lýsi­num…
Tummas Lervig vitjar Norðlýsið
Hvat er ætlanin við pisshúsi­num?
Hjartans tøkk
100 pund uppá stampin
Hesum sjey liðunum kann KÍ møta
Broyting í byggisamtykt­ini fyri økið Upp…
Trivnaðar­nevndin vitjar eitt fosturheim
Løgmaður á vitjan hjá Føroya Politi
Fátækraváði, mótrokning og tóm lyfti
Sílið og Fípan Fagra hava langar sigursr…