Lýsing
Lýsing
Lýsing
Vitlíkismynd av páskaháru | Mynd: Jóhann Lützen

Góðar páskir!

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  30.03.2024 - 12:19 Leiðarin Tíðindi

Páskirnar eru eitt kærkomið andahol í várhálvuni, tá tað fer at grønka og meira ferð kemur á alt. Eitt gott høvi at steðga á og njóta løtuna saman við familjuni, fara túrar út í náttúruna eftir ein strævnan vetur, síggja fyrstu smálombini og ja, rulla egg saman við teimum nærmastu. 

 

(Leiðari skrivaður 21 mars til blaðið)

 

Páskirnar hava sín uppruna í elligomlum mentanum kring alt Europa og Miðeystur, og vóru tá hátíðarhald fyri várjavndøgrinum, sum annaðhvørt er 19. ella 20. mars. Eins og jólini vórðu páskirnar lagdar í staðin fyri hesa høgtíð, tá kristindómurin vann frama, og í dag verða páskir fyrst og fremst hildnar av kristnum, ið vilja minnast Jesu líðing, deyða og uppreisn, sum vit kenna úr Bíbliuni. 

Ymiskt er, hvussu páskirnar laga seg. Páskadagur, ið altíð er sunnudag, liggur fyrsta sunnudagin eftir fyrsta fullmánan eftir várjavndøgur, og tað ger, at hann í ár er 31. mars. Men hann fær bæði verið fyrr í mars og í seinnu helvt av apríl: Fyrsti møguligi páskadagur er 22. mars og seinasti møguligi páskadagur er sjálvan flaggdagin, 25. apríl. 

Felags er, at skúlarnir og summir barnagarðar eisini halda frí í stilluviku, og so hava tey flestu frí halgidagarnar skírisdag, langa fríggjadag, páskadag og 2. páskadag. Hetta gevur lutfalsliga góða tíð fyri familjurnar at vera saman, enntá um onkur kemur heim úr útlandinum ella fer uttanlanda.

Er ein andalig/ur, hava páskirnar sera nógv at bjóða. Guðstænastur og møtir eru at kalla hvønn dag teir 4 halgidagarnar, onkuntíð meira enn eina ferð um dagin. Konfirmatiónirnar eru vanliga eisini pálmasunnudag. Á páskum í ár verður droslað nakað niður við øðrum frítíðarvirksemi; til dømis verður ongin landskappingardystur í fótbólti fyrrenn seinasta dagin av páskum, 2. páskadag. Hinvegin verða tveir landsdystir, so tey fótbóltsáhugaðu vera ikki heilt við sviðusoð. 

2. páskadagur er eisini hin mest verðsligu av teimum fýra; gamalt var at siga, at halgan endaði kl. 18 annað páskakvøld, og so var føstan endiliga av. Loyvt var aftur við verðsligum undirhaldi sum kortspæli, dansi og ikki minst tí at eta kjøt. Siður er eisini, at fyrr um dagin 2. páskadag averður farið nakað niðan í hagan við børnum, har tað er lutfalsliga bratt uttan at vera grýtut, at rulla egg, og somuleiðis er siðvenja at eta sjokolata-páskareggini 2. páskadag.

Fyrst og fremst eru páskirnar, umframt at vera ein kristin høgtíð, ein høgtíð fyri familjuna. Arbeiðið verður sett á pausu í nakrar dagar, og øll fáa notið ein kærkomnan steðg frá gerandisdegnum, sum at síggja til einans gerst meira og meira fullur av virksemi og tíverri eisini av strongd. Tøknin hevur gjørt alt lættari, sigst, men hon hevur eisini gjørt tað torførari at taka stikkið úr. Men tað er bæði gott og neyðugt fyri sálarheilsuna eina ferð ímillum at tøma høvdið fyri hugsanir og stúranir og bara vera í løtuni. Og tað geva páskirnar eitt frálíkt høvi til.  

Norðlýsið fer eisini í páskafrí við blaðútgávuni, men kemur sterkt aftur tann 8. apríl.

Við hesum orðum vilja vit á blaðnum ynskja øllum lesarum og lýsarum nær og fjar einar góðar páskir.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Heilsu­tænastur­nar skulu nærri borgarunum
Faroe Pride 2024: ein fagnaður fyri ymis…
Suðuroyar­tunnilin er ein átrokandi nýski…
Viðmerkti á TV2 úr Klaksvík
Vit tippa: Ein varin ólavsøkurøða við en…
Amerikanska fólkaræðið á einum vegamóti
Her er skráin fyri Summar Festivalin
Nýtt reinsiverk Niðri í Gili
Herman Lindberg er farin, men ómetaliga…
Skúgvurin frá Einar´s Distillery - 5 ára…
Ólavsøkan byrjar í SMS
Ókeypis Familju­krókur hjá Føroya Pro Vit…
Stórfingin 20 ára jubileums­konsert
Ímóti Bodø/­Glimt vendu vit 0-3 til greið…
Havnarvág í 1874
Tríggir nýggir leikarar undir Mýruhjalla
Íslendsk skip velja MEST
Talvdystur á ólavsøku
Hornorkestrið á Skúlatrøð
Til minnist um Hugo Thomsen