Lýsing
Lýsing
Lýsing
Stóra sluppin Svínoy KG 235. Hon var smíðað í 1926 í Sunde í Noregi. | Mynd: Fjallheim

Svínoy og Polarstjørnan

SKRIVAÐ: Óli Olsen  |  31.03.2024 - 11:08 Tíðindi Vinna

Í 1920-árunum tók fiskiskapurin í Grønlandi seg upp. Vanligu sluppirnar vóru heldur smáar at fara so langan veg, og føroyingar leitaðu sær eitt nú til Noregs og Fraklands eftir størri skipum.

 

(Grein úr blaðnum)

 

Svínoy KG 235

Jákup Jensen, Jákup hjá Jensi, ættaður úr Svínoy, búsitandi á Viðareiði, læt soleiðis veturin 1925-26 fiskifarið Svínoy smíða í Sunde í Noregi. Hon var 124 tons og hevði 57 hesta skandia motor. Men motorurin gekk ikki gekk væl, og tískil varð ikki farið til Grønlands fyrr enn í 1929. Sum árini liðu, fekk Svínoyggin nýggjar motorar, fyrst ein 153 hesta vølund og síðani ein 240 hesta bukh diesel.

Jákup hjá Jensi førdi Svínoy í mong ár, men so fór heilsan at bila, og hann fór í land. Av skiparum, sum síðani førdi hana, eru at nevna Jóhan Purkhús, Hans Isaksen og Esmar Jacobsen. 

Í 1932 keypti Jens Clæmint Isaksen, búsitandi í Klaksvík, helvtina í Svínoynni og í 1956 hina helvtina, so at hann átti hana einsamallur. Í 1957 tók sonur hansara, Jens Sofus Isaksen, við og hevði Svínoynna til 1960, tá ið hann seldi Símuni Paula Johansen á Strondum hana. 


Polarstjørnan KG 387

Polarstjørnan var, eins og Svínoy, smíðað við grønlandsfiskiskapi í huga. Magnus Fuglø, skipari, av Viðareiði átti skipið, sum eisini var smíðað í Sunde í Noregi. Hon var 134 tons og hevði 80 hesta motor við gløðihøvdi. Sum árini liðu, fekk Polarstjørnan nýggjar motorar, fyrst ein 264 hesta petter og síðani ein 211 hesta vølund. 

Tá ið Magnus Fuglø summarið 1926 hevði fingið skeytið upp á skipið, legði hann vestur um havið breiða til Grønlands. Á túrinum varð hann sjúkur, kom ongantíð fyri seg aftur og doyði tvey ár seinni.

Eftir at Magnus av Viðareiði var fallin frá, førdu aðrir Polarstjørnuna. Vit nevna Malvinus Hansen, Jógvan Isaksen, Palla Rasmussen og Erik Niclasen. Í 1937 keypti Kjølbro Polarstjørnuna frá einkju Magnusar, Elsebeth Sofíu Fuglø.  

Í seinna krígnum, 8. november 1941, var Polarstjørnan fyri týskum loftálopi, meðan hon lá á Klaksvík. Ein bumba fór tvørtur gjøgnum skipið, men brast ikki. Polarstjørnan fór sum vera man at leka, men av tí at hon alt fyri eitt varð sett framí, sakk hon ikki.

Í 1964 keyptu skálamenn Polarstjørnuna. Í 1969 seldu teir Martini Frederiksen í Havn hana. Sama heystið tók skipið at leka á heimveg úr Skotlandi, har teir høvdu keypt sild, sum varð saltað í tunnur. Við stívliga 600 sildatunnum í lastini sakk Polarstjørnan. Ein bretskur trolari tók manningina umborð. 

 

Polarstjørnan KG 387 (umbygd) uttan á Atlantsfarinum í Føroyingahavnini. Eisini hon var smíðað í 1926 í Sunde í Noregi. Mynd Karmal Olsen



 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Listafólk tryggjað eftirløn og ein nýggj…
Innskriving til 1. flokk komandi skúlaár
Sløkkiliðsleiða­rin: - Ein ótrúlig væta
Styrktur Ríkisfelagsskapur
KÍF á triðjaplássi eftir sigur á Mjølni…
Javnleikur í toppdysti
Útsynningur alla vikuna
Sera ring koyrilíkindi
Stjørnan í hálvfinaluni í steypakappingi…
Hesa ferð vann ÍF fimmsettaran á Fleyr -
Hetta er venjaratoymið hjá KÍ í 2025
Hvørja støðu velja vit at taka?
Mjølnir - KÍF kl. 16.00
Evangeliskt sangmøti í Hermon í Norðdepl…
Kom og Spæl Føroyskt
Føroyar mugu fáa størri sjálvræði
Ein góður túrur á floti í gjár
Ósemju­nevnd til hvat?
Hvørjar Føroyar?
Burðatalið vaks í 2024 - og fleiri nýføð…