Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Oliver Joensen

Upptakt: KÍ-NSÍ

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  01.04.2024 - 07:31 Ítrottur Tíðindi

KÍ fær í dag vitjan av NSÍ í einum dysti, har trýst er á KÍ fyri at vinna.

 

Eftir landsliðssteðg byrjar Betri Deildin aftur og nú verður hildið fram út í eitt fram til á Norðoyastevnu. Í landsliðssteðginum hava nakrir KÍ-leikarar verið við landsliðum og serliga Pætur Petersen hevur gjørt um seg eftir, at hann skoraði tvey mál í fyrra landsdystinum.

Eftir tapið móti B36 seinast haltar KÍ longu aftanfyri hini bæði liðini, sum væntast at fara at kappast í toppstríðnum, og tí er stórt trýst á KÍ fyri at vinna dagsins dyst, sum er á heimavølli móti uppflytarunum NSÍ. NSÍ hevur trý stig fyri tvey umfør. Hóast uppflytarar so væntast NSÍ ikki at koma at kappast í botnstríðnum í ár, tí liðið hevur fingið so góða tilgongd undan kappingini. Júst KÍ og NSÍ hava gjøgnum tíðirnar spælt nógvar sera undirhaldandi dystir.

Hjá KÍ eru Heini Vatnsdal, Odmar Færø og Hallur Hansson framvegis ikki tøkir vegna skaðar. Jákup B. Andreasen verður neyvan tøkur til hendan dystin, og ivamál er um Jóhan Josephsen, sum fekk ein smáskaða í 1.deildardysti leygardagin. Hinvegin er møguleiki fyri, at Børge Petersen og Jonn Johannessen verða í hópinum. Hjá Jonn verður tað - um so er - fyrstu ferð síðani hann avgjørdi dystin móti B36 í fjør, at hann er við í dystarhópinum. 

Dysturin við Djúpumýrar í dag byrjar kl. 15.00. Dómari verður Alex Troleis.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Harmoniku­liðið hjá Kvøldskúla­num verið á…
Ringið til Jóla­mannin jólaaftan
Brandan bjóðar bestubitar á jólum
Í týskari fangalegu
Sjálvstýri tilreiðar við eini bústaðarre…
Heimafriður minnir á jóla­friðin
Greiður sigur til Stjørnuna
Team Klaksvík móti StÍF
Finn skapar serstakar og hugnaligar siðv…
Myndarøð: Jóla­skipið og Ársins Rósa
Finn Stampe varð valdur til Ársins Rósu
Narvi og Hans Petur vórðu heiðraðir
Tónlista­skúlin á konsertferð í býnum
Faroe5 spæla á Summar Festivalinum
KÍ-HB á Summar Festivalinum
Fótbóltur: Besta deildin kallast nú Meis…
Nýggj freist - Útboð av lendi til fjølbr…
Veðrið um vikuskifti
Ídni verður ikki goymsla
Skráin fyri Jóla­skipið