Finn skapar serstakar og hugnaligar siðvenjur
segði Karl Johansen, borgarstjóri millum annað í røðu sínari, tá Ársins Rósa 2025 varð handað til Finn Stampe í gjárkvøldi. Vit prenta røðuna niðanfyri.
Góðu tit øll, børn og vaksin
Stóra takk fyri, at tit aftur í ár eru komin út at taka so væl ímóti jólaskipinum, og ikki minst at vera saman um at heiðra einum persóni ella felagsskapi, sum í gerandisdegnum gongur høgt uppí at gleða onnur.
Sum borgarstjóri má eg errin siga, at í okkara kommunu eru nógvar rósur.
Hvønn dag hoyra vit um fólk og felagsskapir sum gera mun, og sum veruliga hjálpa sínum næsta.
Tað kann vera við mati, einari vitjan, einari tænastu ella bara at vísa seg sum ein góðan og hjálpsaman vin.
Hjálpsemi og umsorgan hoyrir ikki bara jólunum til, men hetta kemur kanska serliga til sjóndar um jóltíðir.
Miðlarnir eru raskir at varpa ljós á átøk og møguleikar, sum skulu gera tað lættari og hugnaligt hjá øllum at halda eini góð og friðsæl jól.
Hetta kunnu vit gleðast um, tí siðvenjur, samanhald, hugni og at vera nakað fyri okkara næsta er saman við gleðiboðskapinum tað, sum jólini snúgva seg um.
Tað er tí sera hóskandi, at ársins rósa verður handað á jólum.
Rósan er tó ikki ein jólarósa. Nei, hon myndar eitt menniskja ella ein felagsskap sum alt árið leggur orku í at gera mun í sínum nærumhvørvi.
Og júst hetta seinasta – at skapa hugna og vera nakað fyri sín næsta – er høvuðseyðkennið hjá tí, sum í ár fær heiðurin “ársins rósa”.
Um ársins rósu verður sagt, at tað kennist sum, at ársins rósa altíð er hjástødd, tá ið okkurt hendir í Klaksvík.
Í nógv ár hevur ársins rósa tikið lut í, og verið við til at menna ein sunnan og tryggan felagsskap í býnum.
Ársins rósa fær orku av at gleða onnur, og hevur givið 1000 tals børnum góðar og minniríkar løtur.
Talan er um ein persón, sum er vinarligur, hjálpsamur og eyðsýndur í sínum góða sinnalagi.
Hann skapar trivna har hann er, líkamikið um hann hevur 9 høvd ella er í svimjibuksum.
Seinastu árini hevur ársins rósa lagt nógva orku í at skapa eina serstaka og hugnaliga siðvenju fyri familjur, sum kunnu njóta náttúruna úti í Grøv, har møguleiki er at steðga á, vera nærverandi og at gleðast um at geva og fáa.
Ársins rósa ger sær ómak og hevur ein serligan førleika at skapa gleði, og tað merkist hjá bæði børnum og vaksnum.
Ja, ein uppstillari skrivaði, at hóast tað onkuntíð eru tjóvar, sum taka av pakkatrænum úti í Grøv, so verður hetta eisini loyst uppá ein stillan og góðan hátt.
Nógv hava kanska gitt tað nú.
Ársins rósa 2025 er....
Finn Stampe
Til seinast fari eg at takka Føroya Sjómannadegi og Norðlýsinum fyri, at tit í jólahøgtíðini seta tíð av til hesa hugnaligu samveru, sum veruliga fær okkum at merkja, at jólini eru nær. Tit eru sanniliga eisini ein ímynd av einum felagsskapi, sum gleðist um at gera nakað fyri onnur.
Gleðilig jól og eitt av Harranum signað nýggjár øll somul.