Lýsing
Lýsing
Lýsing

Frits og Helsareyði

SKRIVAÐ: Dávur Winther  |  01.04.2024 - 12:42 Mentan

Tað kom mær og øllum øðrum so dátt við, at Frits fór so brádliga frá okkum. Tí havi eg enn torført við at savna meg um, at so er: Um saknin, um tað vit høvdu í hyggju, um ætlanir, sum lógu fyri framman, ið vóru nakrar og ítøkiligar.

Frits slerdi oftani upp á tráðin, og altíð var tað við tí góða orðinum. Hann rósti og eggjaði og hugleiddi um tað góða, tað møguliga. Tosaði um allar teir mongu møguleikar, sum lógu fyri framman.

Oftani segði hann: ”Tað er ófatiligt”. Hann undraðist á skapanarverkið, tónleikin, listina og leiklistina, har hann eisini royndi seg við fleiri leikum fyri og saman við børnunum.

Hvør einasta barnalund hevði fyri honum ein ótømandi møguleika og var eitt vakurt kelduvað. Hann fegnaðist um teir mongu møguleikar, tey ungu hava í dag. Hetta sá hann sum eina gávu og ikki eina forðing sum oftani eldri í dag illneitast á tey ungu um - ikki at síggja ella kenna teirra talgilda heim, sum ein møguleika, men ov nógv til darv.

Hetta sá Frits sum eina gávu – væl vitandi, at her liggur eisini ein uppgáva umframt. Tú mást lofta teimum møguleikum, tú hevur, og gagnnýta teir!

Hetta var eisini aðalsetningurin í allari hansara frálæru í skúlanum. Tú kanst alt tað, tú vilt. Um tú ætlar tær upp á mánan, ja, so ber tað til, um tú bara gert nakað við tað.

Øll gentukórini, sum vóru flokkar og ikki vandaliga úrvald. Øll kunnu syngja! Frits las sangsál sína inn í hesi mongu ungu og gav teimum eitt annað flog. Hann læt ein nýggjan heim upp fyri teimum, og tey fingu ein sosialan struktur – ein sosialur intelligensur læt seg upp fyri teimum, sum gjørdi tey munandi betri fyri á mongu leiðum teirra. Eisini í lestri og verki seinni í lívinum.

Hjólið

Frits hevur oftani greitt frá, tá ið hann sum unglingi kom heim í Toftir og ein hestavognur er ávegis út úr eini hoyløðu – Tann løtan festi seg í minnið, tað hálva hjólið, sum stakk út um durastavin. Hendan afturvendandi sjónin fyldgi honum restina av ævini.

Hann málaði hálv hjól og hálvar skjøldrar, umframt so nógv annað, tí, sum hann segði, heilin dugir at gera myndina lidna.

Men henda ímyndin fylgdi honum. Eisini er hjólið ella klingran í listini ímyndin av ævinleikanum, tí óendaliga.

Helsareyði

Í halgisøguni hjá Selmu Lagerløf, Helsareyði, verður hugleitt um skapanarverkið, og Helsareyði er í søguni misnødur um bert at vera gráur og spyr tí Várharra um, hví hann eitur Helsareyði, tá ið hann bert er gráur.

”Lítli mín, eg síggi, at eg havi gloymt at mála hálsfjaðrar tínar reyðar, men bíða mær eitt bil, so skal tað verða gjørt, sigur Várharra.” Men Várharra smílist fyri seg sjálvan og sigur: ”Helsareyði havi eg kallað teg, men tú mást sjálvur syrgja fyri at vinna tær reyðu hálsfjaðrar tínar.”

Hetta hendir so øldir seinni, tá ið trampandi hermenn og rópandi mannamúgva fer framvið, har Helsareyði situr við ungum sínum. Hann breiðir veingir sínar yvir ungarnar, at teir ikki skulu síggja alla hendan ræðuleikan.

Helsareyði varnast tann eina ”ránsmannin”, sum teir fara við og skulu krossfesta, at hann hevur eitt so milt og vakurt yvirbrá og tykir synd í honum. Teir hava sett eina tornakrúnu á høvur hansara og blóð rennur frá.

Helsareyði tekur dik á seg og flýgur dygst at hesum neyðars manni og togar við nevinum eina av tornunum, ið hevði borað seg inn í ennið á hinum krossfesta.

Tá fellur ein dropi av tí krossfesta niður á bringuna á fuglinum og litar bringu hansara reyða, og síðani hevur Helsareyði havt ein vakran reyðan blett á bringuni og um hálsin.

Nevni hesa søguna tí, eg haldi, at Frits hevur fingið fleiri blettir at bera, so sum hjólið í listini, yndið í tónleikinum, at eggja, at rósa og stimbrað í skúlanum, eins og millum manna í verki. Frits var ein bygdarmynd!

Panteist

Frits var ein Guðs gáva, sum bert sá tað góða í sínum medmenniskjum, og oftani nýtti hann heitið, ein ”Guðs vinur”, um tey. Frits var panteistur – dugdi at síggja tað guddómliga í skapanarverkinum og gagnnýtti tað í listini, tónleikinum og sanginum.

Nú páskirnar eru, fellir minnið á fleiri góðar páskaferðir við Fritsi og kórinum, bæði til Danmarkar, Svøríkis, Íslands og so ikki at forgloyma ferðina til New York. Tað vóru heilt serligar ferðir, har Frits rættiliga vísti sínar dygdir tónleikaliga, men ikki minst menniskjansliga sum ein djúphugsin, men sanniliga eisini ein skemtiligur, glaður og lættur vinur.

Honum dámdi og gjørdi nógv burtur úr páskaboðskapinum og valdi sera beinraknar tekstir og sangir til høvið. Dramaið ella mótsetningarnir eru jú bæði deyðin og uppreisnin. Tann tunga ”Via Dolorosa” gjørdi Frits nógv burturúr, men ikki minni gleðina og frælsið páskamorgun. Jú, sanniliga hava verið nógvar minniligar og serligar páskaferðir - eisini her heima á páskakonsertum saman við Fritsi.

Vinarlag

Vit vóru rættiliga væl og hava verið tað heilt frá skulatíðini. Frits kom til Fuglafjarðar at undirvísa í 1967. Tað vinarlag, sum vit knýttu, kom helst í lag, tí vit skiltu hvønn annan so væl, og eg kundi hjálpa honum við ymiskum praktiskum. Men vinarlagið hevur helst eisini sín uppruna í mammu. Hann forgudaði hana og talaði ofta vinarliga, blítt og títt um hana.

Mamma Frits var rættiliga ring av liðagikt og var nógv seingjarliggjandi. Pápin var nógv burtur og sigldi við langfaraskipum, norskum hvalafangarum við Suðurpólin og so ikki minst við Ólavi Halga. Tá ið mamma so kom á vitjan í læknaørindum, ernaðist mamma Frits, gjørdi seg til og kom fram.

Hetta vóru gleðisstundir fyri mammuna, men ikki minni fyri Frits, sum fekk eina sæla stund saman við mammu síni í køkinum ella stovuni. Tó at heiluvágurin helst ikki var tann stóri tá, so hevði Emma verið á vitjan – Tað var lekidómur, hildu bæði Frits og mamman.

Frits

Góði Frits! Tú gjørdi í so skjótt av – tær so líkt! Eg havi so ómetaliga nógv at takka tær fyri! Vitjaði teg vikuna fyri, tú fór um sýn. Tá ið eg skuldi hitta teg aftur, sum ætlað fríggjadagin eftir, vart tú farin.

Takk fyri mongu fjálgu løturnar í halgidóminum – í málingastovu tíni. Takk fyri Dávastovu. Takk fyri mongu sangløturnar, takk fyri góðu sangferðirnar eisini við páskaboðskapinum, takk fyri listina, tú gavst okkum, takk fyri at tú altíð takkaði og eggjaði, takk fyri at tú altíð rósti, takk fyri at tú minti meg á: ”Tann, sum æru býður, er æru verdur” og øll hini orðafellini. Takk fyri at tú vart so góður við næmingar tínar. Takk fyri at tú vart júst tann, tú vart!

Nú standa penslabørn tíni, sum tú stundum kallaði myndir tínar, turrskødd í málningastovuni, og penslarnir eru tornaður. Líka sum hjá Várharra, tá ið hann í halgisøguni hjá Selmu Lagerløf ikki hevði meira máling eftir, men náddi at turka tað seinasta uppí fjarðarnar á einum spurvi, sum á henda hátt náddi at gerast sprøklutur.  

Vitjan

Ein dagin um jólini, stutt eftir, at tú vart farin, kókaði eg ræst kjøt í bilhúsinum, sum eg plagi. Tá ið eg komi niðan at hyggja til kjøtið, hoyri eg ein fugl flaksa. Fuglurin setur seg á borðið eina hondsbreidd frá mær. Hetta er ein Helsareyði, vístir tað seg.

Eg gjørdist skakkur, men fuglurin ikki; hann vildi mær okkurt. Eg hugdi undrandi á henda vakra fugl, sum annars er so fjalin, og helt hetta vera løgið. So datt mær bara av munni: ”Frits?” Fuglurin helti vanga og leit enn meira sannførandi at mær, sum segði hann ”Kennir tú hann?”

Við báðir Helsareyði fingu eina glaða stund saman, har eg umtalaði teg, prátaði við teg og hugan tín. Hetta var nakað tað sama sum, tá ið tú hevði veðrarnar Dalai Lama og Gorbatjov, sum tú samskifti við, og tú helt, at friður valdaði í heimi.

Eg helt meg hava fingið eina glaða stund saman við tær. Løtu seinni, eftir at eg var farin úr bilhúsinum, vart tú burtur, og eg var aftur einsamallur.

Alexandru og synirnar hámetti tú – ikki minst nú tað legðist til við abbabarnaflokkinum.

Eg sakni teg!

Jú, sanniliga ert tú æru verdur!

Góði Frits, hvíl í friði!

Lýsing
Seinastu tíðindini
Listaframsýning við Heðin Kambsdal
Mjølnir enda á heimavølli í dag
Metingar um 6. umfar
- Vit eru svangir at svara aftur
Kanjon: Stoyptu 710 rúmmetrar uppá 14 tí…
Beinleiðs stroyming: Stór svimjistevna í…
Upptakt: KÍ-B68
Tessa á OY Voxbotn 2024
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum