Lýsing
Lýsing
Lýsing
Limirnir í Búskaparráðnum føra í Várfrágreiðing síni, ið varð løgd fram undan páskum, fram, at minstalønin til sjófólk er stuðul frá tí almenna, og mæla tey til at avtaka hana. Tað er tó ikki rætt, at Landskassin rindar. Tað eru løntakarar og arbeiðsgevarar í vinnuni sjálvari, ið rinda.

Minstalønin er ikki almennur stuðul – rætting til Búskaparráðið

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  02.04.2024 - 13:00 Tíðindi Vinna

Hóast minstalønin til sjófólk er eginfíggjað av arbeiðsgevarunum og løntakarunum í vinnuni, nevnir Búskaparráðið hana sum eina “almenna stuðulsskipan”, sum eigur at takast av. Tí er neyðugt við eini rættleiðing

 

 

“Skipanin við inntøkutrygd (…), hevur síðani 1. januar 2011 verið umsitin og fíggjað av arbeiðsgevarunum og -takarunum í fiskivinnuni umvegis Trygdargrunn Fiskivinnunnar. Inntøkur grunsins stava í høvuðsheitum frá, at eigarar av fiskiførum, heimahoyrandi í Føroyum, ið hava loyvi til vinnuligan fiskiskap sambært lóg um sjófeingi, rinda eitt gjald fyri allar avreiðingar”, stendur at lesa í leiðslufrágreiðingini fyri Trygdargrunn Fiskivinnunnar fyri 2022.

Víðari stendur, at gjaldið síðani 1. januar 2017 hevur verið 0,6% av avreiðingarvirðinum, og at inntøkurnar til grunnin í 2022 vóru 23,7 milliónir, meðan útgjøldini hava verið 11 milliónir sama ár.

Tað stendur eisini tilskilað í løgtingslógini um Trygdargrunn Fiskivinnunnar, §7, stk. 1, hvaðani fæið í grunninum kemur.

Tí er tað misvísandi, at í Várfrágreiðingini hjá Búskaparráðnum er minstalønin til fiskimenn nevnd undir yvirskriftini “Avtak almennar stuðulsskipanir”.

Tí talan er um eina skipan, sum vinnan fíggjar sjálv.

Lýsing
Seinastu tíðindini
FO Tatt Fest 2026 verður um eina viku!
Borgar­stjó­rin í Egersund fegnast
Støðug rakstrargongd og burðardygg átøk…
Vinnarar og taparar á valinum í Stóra Br…
Nýmótans fólka­tónleikur og amerikana
Sir David Attenborough fyllir 100 ár
Semja millum Føroya Arbeiðsgevara­felag o…
Semja millum arbeiðarafeløg­ini og arbeið…
Føroyar hava verið til hoyring í mannaræ…
Anna Lovisa, Bjarki og Sophilia á mentan…
Kavarar vandu í trýstkamari
Vit hava brúk fyri tær
Komið øll við: Spurnarkapping og hópin a…
Feðgarnir Kalsø inni við 1.600 pundum
Miðflokku­rin – lands­fundur og almenn mót…
DJ Maria Fagranes á Summar Festival
Kafka í Filmsfelagnum
Kann blíva vánaligasta byrjan hjá KÍ í 1…
Vitjan av stuðli
Grindamanna­felagið: Áheitan til landsins…