Bústaðir mugu ikki bara byggja til tey somu sum bankarnir
Hvørja ferð Bústaðir byggir eina búeind har, sum tað frammanundan er lætt at fáa fígging til frá bankunum til at byggja fyri, er nyttueffektin av Bústøðum bara tann sama sum av einum eyka banka afturat teimum núverandi. Men leikluturin hjá almenna bústaðarfelagnum kann álvaratos ikki bara vera tann sami sum hjá privatu bankunum.
Undan páskum hevði Eirikur í Jákupsstovu, tingmaður fyri Tjóðveldi, ein fyrispurning um, hvar Bústaðir bygdu mest. Svarið frá landsstýriskvinnuni var tíverri ikki óvæntað, at Bústaðir satsa uppá sama øki sum teir báðir størstu bankarnir, nevniliga upp á Suðurstreym, og har eru ikki færri enn 60% av leigubústøðunum bygdir.
Nógv tey seinastu árini hevur tað annars verið ein stórur trupulleiki, at privatu peningastovnarnir ikki eru sinnaðir at fíggja bústaðir á bygd kring um í Føroya landi. Og frá sjónarhorninum hjá einum peningastovni og við verandi rentusatsum gevur tað nú einaferð størri vinning at skriva undir upp á at veita eitt stórt lán heldur enn eitt lítið. Privatu peningastovnarnir hava íleggjarar at hugsa um, og hesir vilja sjálvsagt hava størst møguligt avkast av síni íløgu. So mikið er skiljandi.
Men tað tykist eitt sindur sum at bera sand til Sahara, at Bústaðir leggur væl meira enn helmingin av sínum leigubústøðum júst har, sum bankarnir frammanundan fegnir vilja fíggja bústaðarlán. Bústaðir hava ikki sama avkasts-krav sum bankarnir at hugsa um, men satsa kortini uppá at kalla sama kundasegment, tá tað kemur til bygging til leiguendamál. Tað er hugstoytt.
Eisini stendur at lesa í svarinum frá landsstýriskvinnuni, at Bústaðir bara hava lagt 1% av sínum leigubústøðum í Sandoynni. Tað vekir eisini undran, tí tað hevði verið upplagt at verið proaktiv/ur og bygt fleiri bústaðir har, áðrenn Sandoyartunnilin kom og grundstykkini framvegis vóru sera bílig.
So er sjálvandi eitt argument at hoyra um, at byggikostnaðurin er vorðin so nógv størri seinnu árini, og at tað tí ikki ber til at byggja nýtt á bygd og selja tað aftur fyri sama virði. Tað kann væl vera, men einasta loysnin er heldur ikki at byggja nýtt. Bústaðir kundu eitt nú keypt longu bygd sethús o.a. bygningar á bygd og leigað teir út fyri ein sømiligan penga. Tá hevði kostnaðurin ikki verið hægri, enn hvat húsini høvdu kostað øðrum at keypt – og sera nógv bíligari enn at byggja eina búeind í Havn.
Vit hava brúk fyri einum alternativi til privatu peningastovnarnar, sum burturav byggja í Havnini umframt eitt vet í hinum miðalstóru búsetingunum. Vit hava ikki brúk fyri einum almennum bústaðarfelagi, sum fer inn og ger tað sama, sum bankarnir frammanundan gera.
Tey, sum klára at gjalda yvir 10-12.000 kr. í mánaðarleigu fyri ein bústað í miðstaðarøkinum, hava longu ivaleyst av møguleikum til at gera tað uttan Bústaðir. Men tey, sum vilja leiga fyri ein sámiligan penga á smáplássi í Føroyum, hava at kalla ongan møguleika í dag. Og tað var nú einaferð fyri at hjálpa teimum, sum ikki frammanundan hava møguleika fyri at fáa bústað, sum Bústaðir á sinni vórðu settir í verðina fyri at hjálpa.
Tað átti ikki at verið neyðugt, men tað noyðist man einaferð inn ímillum at minna tey á.