Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Hatursrøddir ímóti Ísrael í norðuratlantshavi

SKRIVAÐ: Svenning av Lofti  |  08.04.2024 - 23:00 Lesarabrøv Mentan Politikkur Vinna

Hamas leyp á Ísrael tann 7. oktober, og fleiri enn trý túsund yvirgangsmenn floymdu inn í ísraelsku kibbutzirnar (bygdasamfeløg) við einans endamáli, at drepa so nógvar ísraelar sum gjørligt. Ikki varð gjørdur munur á pinkubørnum, smábørnum, ungum kvinnum, monnum ella eldri, øll sum fyri vóru, vórðu slaktað á ræðuligasta hátt.

 

Henda leygarmorgunin drópu yvirgangsmenn fleiri enn 1300 ísraelar. Somu yvirgangsmenn rændu við sær inn í Gaza fleiri enn 240 fólk, millum teirra eitt 9 mánaðir gamalt pinkubarn.

Heimurin hevði samkenslu við Ísrael í 24 tímar. Tá ið so Ísrael fór inn í Gaza at leita eftir sínum rændu borgarum og fyri at gera av við yvirgangskropparnar, koppaði samhugi heimsins til gløðandi hatur. Jødahatur ið hevði ligið í dvala í 75 ár, stóð brádliga í ljósum loga eisini í havnargøtum.

Hvør hevði væntað, at nakrir føroyingar, ósmædnir og alment vísa vanvirðing fyri Ísrael, men velja at stuðla ein yvirgangsstati sum Gaza? Tað er bæði skammiligt og óvirðiligt.

Hesi fólkini, ið regluliga savnast í “Speakers Corner” í Havn, vísa hvussu heilt eiðasør og lítið vitandi tey eru, tá ið tað snýr seg um miðeystursøgu og - politikki. Vit plaga at siga, ”latið ei søguna doyggja”, men tað er hon sanniliga í ferð við hjá hesum neyðars fákunnugu í “Speakers Corner”. Um tey vistu nakað sum helst um søgugongdina í sambandi við Ísrael, so høvdu tey slept sær smoykin og kinnareyð burtur og slept palestinska flagginum frá sær, sum egyptarin og yvirgangsmaðurin Yassir Arafat sniðgav í 1964.

Síðani føroyska sendistovan varð sett á stovn í Ísrael, er útflutningur Føroya til Ísraels fleirfaldaður. Í 2020 varð útflutt fyri 164.000 kr. Í 2022 var útflutningsvirðið vaksið til 100,121 mió. kr., vaksið 700 prosent!

Tað vil aftur siga, at útflutningur Føroya til Ísraels fór fram um útflutning Føroya til lond sum Finnland, Grikkaland, Írland, Svøríki, Portugal, Ukraina, Belgia, Japan og Turkaland.

Ísrael flutti seg, mett í virði, frá at vera nr. 56 av 66 móttakaralondum av føroyskum vørum í 2020, til at verða nr. 20 av 72 londum í 2022. 

Sendistovan saman við øðrum hevur verið millumlið í at menna áhugan hjá ísraelskum ferðafólkum at koma  til Føroya. Fyri fyrstu ferð koma í 2024 fleiri bólkar av ferðafólki úr Ísrael til Føroya. Hesi leggja eftir seg pening á gistingarhúsum, matstovum, útferðum v.m.

 

Svenning av Lofti

Ísraelskur heiðurskonsul í Føroyum

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Valfundur í Smæruni í morgin - týsdagin…
Mjølnir spæla fyrstu FM finaluna mikukvø…
Sum ein dreymur
Valprát við Javnaðar­flokkin
Valprát við Tjóðveldi
- Vit vilja gera eina nýggja føroyska fo…
Hví bara eina atkvøðu  
Sílafiskarar á 90 ára føðingardag
- Vit skulu hava handilsavtalu við Japan
Framsókn og Miðflokku­rin býta um
Greiður sigur til VÍF í gjár
Miðflokku­rin: Burtur við islam, KvF-gjal…
Tá pápar framvegis mugu bíða
Stóra valblaðið í gerð
Uppsparingskonto til bústað fyri ung ”25…
Klakkur inni við 310 tonsum
Brutu verkfalsrættin
Tvey feløg savnast á fyrsta sinni -Minst…
Arbeiðspláss skulu staðset­ast um allar F…
Aftursvar til Árna Klein Olsen úr Samban…
Lýsing