Lýsing
Lýsing
Lýsing
Kim S. Durhuus, løgtingsmaður, stendur til at fáa nógv burturúr at vera í tættari relatión við samgongufelagan Dennis Holm, landsstýrismann. Síðstnevndi hevur eftir øllum at døma í hyggju at útluta samgongufelaganum svartkjaftarættindi

Útlutar samgongan sær sjálvari kvotur?

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  12.04.2024 - 12:40 Politikkur Tíðindi Vinna

Tað var bæði undarligt og kom dátt við hjá felagnum Nótaskip, at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum brádliga valdi at senda eina kunngerð til hoyringar, har rættindi vóru tikin frá lógligum rættindahavarum at verða útlutað øðrum, og ivamál var, og er framvegis, um tað í heila tikið er heimilað at gera so. Eisini almenningurin og miðlar stúrsaðu við. Nú er orsøkin til kunngerðarbroytingina møguliga komin í ljósmála.

 

Mangt bendir nevniliga á, at ein, ið stendur til at fáa ágóðan av broytta svartkjaftabýtinum frá Dennisi Holm, samgongupolitikara, er ein annar samgongupolitikari, nevniliga løgtingsmaðurin Kim Durhuus í Javnaðarflokkinum.

Sambært útskrift frá Skrásetingini er Joakim Suni Durhuus stjóri og veruligur eigari av Sp/f 14.05, sum eigur 30% av Gráasteini, sum aftur eigur í Biritu, samgongan hevur í umbúna at útluta svartkjaftakvotu til. Joakim Suni Durhuus og Kim Durhuus eru sami maður.

 

Felagið sum Kim Durhuus eigur í, eigur 30 % av Biritu. Mynd: Fiskimálaráðið

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ein ferð gjøgnum Jákupsbrævið við Petur…
Hvat er ætlanin við Ídni?
Jenis spyr lands­stýrismannin um framtíði…
Reisigildi uppi á Deild í Mikladali
Johnny er formaður í grønlendsku Nýskipa…
Páll Müller satsar uppá hondbóltin
KÍ skal spæla móti FC Atert Bissen
Sí lutakastið her
Sesilia Biskopstø gjørdist fyrsta pisan…
Norðlýsið fylgir við lutakasti­num beinle…
Beinleiðis spurnarkapping á Norð­lýsi­num…
Tummas Lervig vitjar Norðlýsið
Hvat er ætlanin við pisshúsi­num?
Hjartans tøkk
100 pund uppá stampin
Hesum sjey liðunum kann KÍ møta
Broyting í byggisamtykt­ini fyri økið Upp…
Trivnaðar­nevndin vitjar eitt fosturheim
Løgmaður á vitjan hjá Føroya Politi
Fátækraváði, mótrokning og tóm lyfti