Lýsing
Lýsing
Lýsing
Jón Sigurðsson stjóri í Articon, og Per Martin Gregersen, borgarstjóri, skrivaðu undir sáttmálan hósdagin, og er talan um ein samlaðan prís á 8,9 mió. krónur.

Sáttmáli undirskrivaður um læknamiðstøðina í Gøtudali

SKRIVAÐ: eystur.fo  |  19.04.2024 - 12:35 Tíðindaskriv

Hósdagin 18. apríl varð sáttmáli millum Eysturkommunu og Articon undirskrivaður.

 

Fyrr í ár samtykti býráðið at taka av tilboði frá Articon í samband við at út- og umbyggja læknamiðstøðina í Gøtudali.

Tað er Teknistovan í Gøtu, ið hevur teknað í samstarv við kommunu, lækna og avvarðandi myndugleikar.

Eysturkommuna hevur síðani samanleggingina í 2009 víst á, at skuldi tørvur verið á útbygging av hølunum, so vildi kommunan gera sítt til, at hetta læt seg gera. Tá Heilsutrygd fyrr í heyst setti ein lækna afturat í læknadømið, var tørvur á fleiri fermetrum í læknamiðstøðini í Gøtudali.

Samskift hevur verið við lækna og Heilsutrygd um,  hvat hølini skulu innihalda. Loysnin, ið liggur á borðinum, er meira enn ein tvífalding av teimum fermetrum, sum eru í miðstøðini í dag. Hetta fer at gera tað møguligt hjá fleiri læknum og øðrum heilsutænastum at húsast undir somu tekju.

Býráðið viðgjørdi málið í samband við fíggjarætlanararbeiðið í heyst, og nú er klárt at fara undir arbeiðið. Kommunan hevur tikið av tilboði frá Articon, ið fer undir at grava og byggja sum skjótast. Arbeiðið hevur í sær eina uppíbygging, umframt eina endurnýggjan av hitaskipan, ið skal veita hita til tann nýggja og gamla bygningin. Eisini er eitt ávíst arbeiði av nýggjari ventilatiónsskipan, og síðani sambinding av bygningunum.

Eftir ætlan verður klárt at flyta inn við ársenda í ár, og harvið verður aftur møguligt hjá øllum borgarum í Eysturkommunu at greiða síni læknaviðurskifti í viðtaluni í Gøtudali.

Jón Sigurðsson, stjóri í Articon og Per Martin Gregersen, borgarstjóri, skrivaðu undir sáttmálan hósdagin. Talan er um eina heildarveiting frá Articon og samlaður kostnaður av verkætlanini er 8,9 milliónir krónir. Arbeiðið at grava fer í gongd í hesum mánaðinum, og verður miðstøðin klár at taka í nýtslu seinni í ár.

 
 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Deyðbóltsstøða avgjørdi í Sveis
Earth Hour í Klaksvík
Jákup og Dávid byrja inni í kvøld
Soleiðis eru ymisku økini í landinum umb…
Javnaðar­flokku­rin tapti Havnina
Aðalfundur hjá Landsfelag Pensjónista
Veðrið um vikuskiftið
Ikki so taktiskt snilt av B, C og E í No…
- Hettar var eitt heilt fantastist úrsli…
Seinastu dystirnir í grund­spælinum
At binda eina kenslu
Kamping- og viðfestisvog­nar í Klaksvík s…
Betri Oyggja­leikir avdúka maskott
Ein hjartans tøkk
Fimm norð­oy­ingar á ting
Tomislav Sivic í Klaksvík
Det er os der står herude og banker på
Nýtt talent í KVF
Ársfrágreiðingin 2025: Góður rakstur í e…
Sigurshar­rin vitjar Norðlýsið