Lýsing
Lýsing
Lýsing
Spennandi kórferð til Bornholm við drúgvari skrá fór av bakkastokki í morgun, og verða tey aftur komandi sunnudag | Mynd: Dávur Winther

Kórið í Christianskirkjuni til Bornholm

SKRIVAÐ: Tekst og myndir: Dávur Winther  |  09.05.2024 - 07:16 Mentan Myndarøð Tíðindi

Kórið, sum altíð hevur nógv á skrá, fór í morgun snimma á kórfestival á Bornholm við meira enn 420 kórsangarum, sum m.a. er í Gudhjem og har um vegir.

Í Gudhjem, sum liggur 12 km frá Svaneke ella 24 km frá Rønne, búgva um 740 fólk, haðani tað er ferjusamband til serstøku oynna, Christiansø. Gudhjem er ein rættur fítíðarbýur/bygd, sum flestu støðini á Bornholm eru.

Tað hittast hópin av kórum frá Noregi, Svøríki, Ålandi og Føroyum, umframt donsk kór, sjálvandi eisini frá Bornholm til hesar kór- og tiltónleikaligu upplivingar Kristi Himmlferðardag og um vikuskiftið.

Við í ferðini eru 37 fólk - við páhangi, sum stóðu og krokaðu undan kalda høgættalotinum eystanfyri stóa kirkjugalvin í morgun kl. 05.45 og bíðaðu eftir bussinum, sum tók tey vestur á flogvøllin. Tað bíðar teimum eitt lítið sindur lýggjari veður á Bornholm, sum serliga sigur frá turrum veðri, ið er mest umráðandi.

Við hesi ferðin endar hetta sangárið, har tey fara á Norðurlendskan kórfagnaðin á Bornholm. Kórið hevur sum mál, at hava eina uttanlandsferð á skrá, annað hvørt ár.

Tað verður eitt rimmar kórkvøld í Gudhjem Kristi Himmalferðardag, greiða tey frá, har øll kórini fara at framføra hvør sær á ymiskum støðum í Gudhjem.

Kl. 20.00 Kristi Himmalferðardag framførir Kórið í Christianskirkjuni fyrst á Café Klint, síðani í Gudhjem kirke og so eisini á Gudhjem Røgeri.

Fríggjadagin kl. 15.30 hevur kórið uttandurakonsert á Hammershus slot.

Kórið luttekur eisini í felagskóri - fyrst saman við 4 ørðum kórum. Men leygardagin kl. 16.15 í Skt. Nicolai kirke í Rønne er ein stórt felagskonsert, sum Kórið í Christianskirkjuni er við til.

Allar konsertir eru ókeypis, og øll eru hjartaliga vælkomin at lurta.

Jú, talan er um eina væl pakkaða skrá og gongur leiðin í morgun til Kastrup, síðani til Ystad og haðani við skjóttgangandi báti til Bornholm og longu kl. 20 í kvøld skal kórið á pallin.

Ein kenningur av kórinum frá Bornholm hevði fingið frænir av vitjanini, og skundaði sær at umbiðja knettir og seyðarhøvd við til Bornholm. Men helst hevur tað ikki rigga so væl til viðførið, sum fyri tað mesta vóru fín kórklæði og nótar.

Kórið í Christianskirkjuni er longu aftur sunnudagin, og sleppur tá í summarfrí.

Við ynski um góða ferð!

Meir um Korfestival Bornholm 2024 her

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tak yvir høvdið fram um spekulatión
Team Klaksvík byrjar aftur leygar­dagin
Eru vit ov krevjandi?
Føroyar hava nú fast pláss í formansskap…
Eirikur: Fiski­vinnan hevur stóran týdnin…
Um nú nýggjar øldir líða, halt á somu le…
Nýggjársrøða løgmans 2025
Storeldur í einum íbúðarblokki í Esbjerg
Heilsan frá Johannes Martin Olsen
Tøkk - Steinmund Klakstein
Gerhard Lognberg: Stríðið er vunnið
Røst súpan og undirhald í Roykstovuni
Smáu Føroyar vísa Stórabretl­andi vegin
Veðrið í kvøld - tað nýggjasta
Eirikur vitjar Norðlýsið
Nýggjársheilsan frá Evangelisku Røddini
Nær fær Føroyar eina vælferðarætlan?
Ein muslimskur depil er ein miðil til in…
Fólka­flokku­rin: lands­flokkur, mansflokku…
Føroyar og Russland gjørt semju um kvota…