Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Árni Jacobsen

Veðrið í vikuni

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  13.05.2024 - 09:34 Tíðindi Veðrið

Einki illveður við nógvum vindi hesa vikuna, líka sum í farnu viku. Eitt lágtrýst fer at liggja yvir Bretlandi hesa vikuni, fer bert at flyta seg eitt sindur eystur ella vestur, og seinnapartin av vikuni eitt sindur suðureftir.

Norðan fyri Lágtrýstið – tað er har sum vit liggja – fer ættin at skifta eitt sindur, úr landsynningi ella suðuri fyrrapartin í dag upp í norðan ella landnyrðing frá í kvøld og nakrar dagar fram. Í miðvikuni fer hann at mala av ymsum ættum og so aftur koma lágt við nakað lýggjari luft.

Men ættin er óstøðug, tí Føroyar fara at liggja á mótinum millum tað kaldara rákið norðaneftir og tað lýggjara sunnaneftir.   

Veðrið í vikuni – dag fyri dag:

Mánadagin:

Lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s, samdrigið og ælaveður. Í kvøld og í nátt veksandi vindur norðan, upp í 3 til 8 m/s, samdrigið og yvirhøvur turt. Hitin 9 til 13 stig.

Týsdagin:

Lot til frískt lot norðan, 3 til 8 m/s, samdrigið og okkurt ælið. Í kvøld gongur hann niður í landnyrðing og veksur vindin upp í 5 til 10 m/s, samdrigið og regn ella ælaveður. Hitin 6 til 10 stig.  

Mikudagin:

5 til 10 m/s av landnyrðingi, samdrigið og regn ella ælaveður. Um kvøldið lítið lot sunnan, minni enn 5 m/s, smáskýggjað og yvirhøvur turt. Hitin 8 til 11 stig.   

Hósdagin:

Av ymsum ættum, minni enn 6 m/s, smáskýggjað og yvirhøvur turt. Um náttina 3 til 8 m/s norðan, samdrigið og regn ella ælaveður. Hitin 10 tl 15 stig.

Fríggjadagin:

3 til 8 m/s norðan, samdrigið og regn ella ælaveður. Sum líður á dagin minkandi vindur, og eitt sindur klárari og yvirhøvur turt. Hitin 6 til 10 stig.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Vágsbotnshandilin
Hugni og gleði á Herluf's Kafé
Fyrstu valplakatir­nar komnar upp
Upptakt: KÍ-HB
Mads Boe Mikkelsen fingið nýtt felag
UPPHAV í neystinum
Húsið 20 ár
Løgtingsval: Nú kanst tú søkja um valræt…
Bláa bylgjan: - Vit reka fólk til dyst
Frimodt stillar ikki upp til løgtingsval…
Tænastumanna­felagið hevur havt Aðalfund
Jens Michael nýggjur kommunu­stjóri
Grandma’s Basement á Summar Festivalin
Norðlýsið aftur í nevnd
Vegleið­andi yvirlit yvir freistir í samb…
Sættu ferð KÍ spælir stórsteypadyst
- Eg vil sjálvandi gera alt fyri at fáa…
Vikuskráin
Sjógvpumpu­skipan til Elverkið á Strond (…
Kunngerð um val til Fólka­tingið í Føroyu…