Lýsing
Lýsing
Lýsing

Landsstýrið tikið lán á 1,1 mia. kr.

SKRIVAÐ: Landsbanki Føroya  |  15.05.2024 - 09:27 Tíðindaskriv

Føroya Landsstýri hevur í gjár tikið eitt lán á 1.1 mia. kr. við at selja lánsbrøv. Lánið er tikið til at rinda aftur lán, sum fellur til gjaldingar 2. juni.

 

2. juni í ár fellur eitt lánsbrævalán hjá Føroya Landsstýri á 1.1 mia. kr. til gjaldingar.

Alt lánið verður endurfíggjað og Føroya Landsstýri tók tí í gjár eitt nýtt lánsbrævalán á 1.1 mia. kr. við at selja lánsbrøv. Lánsbrøvini eru seld í Føroyum og uttanlands.

Nýggja lánið er eitt 5-ára standandi lán, sum fellur til gjaldingar 24. mai 2029. Áljóðandi rentan er 3,25%. Kursurin fyri lánið er 99,964 og effektiva rentan, sum bæði tekur hædd fyri áljóðandi rentuni og kursinum er tí 3,258%.

Rentustøðið er hækkað nógv síðani juli 2022, og tað merkir eisini at landskassin skal rinda meira fyri síni lán. Tó er rentan eitt vet lægri enn rentan fyri lánið, sum varð tikið í juni í fjør. Áljóðandi rentan á tí láninum er 3,625%, samanborið við 3,25% fyri lánið, sum landsstýrið tók í gjár.

Landsbanki Føroya og Nordea Bank hava fyrireikað lántøkuna. Sølan av lánsbrøvunum gekk bæði skjótt og væl. Eftirspurningurin eftir landskassans lánsbrøvunum var munandi størri, enn tær 1.1 mia.kr., ið tørvur var á.

Lýsing
Seinastu tíðindini
KG avhendað í dag
Lívfiskastøðin í Svínoy tikið móti fyrst…
KG úr luftini
- Góða ferð til París
Jákup og Agnar vitja Norðlýsið
Skal KÍ brúka hópin sunnudagin?
Miðbýurin gerst dýrari – kommunan biður…
Arbeiðsbólkur skal leggja kós fyri alt í…
Arbeiðsbólkur skal seta kós fyri Klaksví…
Á Skúlatrøð: Fyrireik­ingar til byggistig…
Klaksvíkar kommuna biður um rakstrarkred…
Parkering við ferjuleguna
Elbilar avdúka gamlar reglur – koyra før…
KÍ í finaluni um løgmanssteypið eftir st…
Gleðiliga jólasøku
Opið hús á KG leygar­dagin
Nýtt skip í føroyska flotan
Prógvhandan á Vinnuháskúlanum
Frískt Lot: - Vit eru spent at sleppa í…
Ótrúlig fakta: Messi og Ronaldo skora vi…