Lýsing
Lýsing
Lýsing
Savnsmynd | Mynd: Oliver Joensen

KÍ hongur í Víkingi og HB

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  21.05.2024 - 21:48 Ítrottur Tíðindi

Tað var ikki sannførandi, men KÍ fekk tey trý stigini á Skála.

Tað er sjáldan, at KÍ fær spælið at koyra á Skála, har dystirnir plaga at verða spennandim, og soleiðis var eisini hesaferð. KÍ kom á odda, tá Árni Frederiksberg skeyt hornaspark í høvdið á Cedric Yambere. Skála fekk størsta møguleikan í dystinum áðrenn hálvleik, tá mistak í KÍ-verjuni gjørdi, at Carlos Ferreira bleiv leysur, men Mark F. Jensen vardi væl fyri, tá Carlos ætlaði at reka framvið.

Í seinna hálvleiki hevði KÍ nakrar stórar málmøguleikar at økja, men fekk ikki hol á. Skála livdi tí allan vegin, og móti endanum blakaði Skála alt fram, men KÍ vardi fyri hvørjaferð.

Samanumtikið var tað uppiborið, at KÍ vann, tí KÍ hevði nakrar fleiri stórar málmøguleikar enn Skála. Men spælið hjá KÍ var í stórum pørtum merkt av, at síggja illa skipað út, har nógvir leikarar ofta tóku skeivar avgerðir við bóltinum. Ein kritikkur í lokalumhvørvinum móti KÍ-hópinum í ár hevur verið og er, at tað at síggja til útifrá sær út sum, at hópurin venur minni saman á venjingarvøllinum enn kappingarneytarnir í oddastríðnum. Dagsins fótbóltsspæl hjá KÍ eins og nógvar aðrir dystir í ár hevur givið ábendingar um, at brúk er fyri meir og nógvari tíð á venjingarvøllinum fyri at koma uppá eitt hægri stig. Men KÍ kann fegnast um stigini, sum í síðsta enda er tað sum hevur nógv størsta týdning, og at liðið helt nullið fyri triðju ferð teir fýra dystirnar undir Espen Haug.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Eitt 58 ára minni Pálmasunnudag - og hug…
Sóley Sjúrðaberg sett í starv sum integr…
Eirikur vitjar Norðlýsið
Steffan vitjar Norðlýsið
Soleiðis gjørdist valúrslitið í Norðoygg…
Til útróðrar í páska­feriuni
7 KÍ leikarar á lands­liðnum
Betri Trygging komin upp á pláss á Nólso…
Við Tórði á túri millum standmyndir í Kl…
Fyrilestur: Hvussu gera vit, tá vit møta…
Við Tórði á túri - Dorius Frederiksberg
Stilass sett upp kring kirkjuna
Tá sjúka rakar – er vælferðarsam­felagið…
Eirikur í Jákups­stovu valdur á løgting
Gadus farin á nýggjan túr
Opið bræv frá Nýrafelag­num, til tey sum…
Skjótt eiga Norð­oyggjar 3 av 7 floksforf…
Norð­oy­ingar valdu minni lokalt hesaferð
Beinir Johannesen bjartskygdur um samráð…
Aðalfundur hjá Norðoya Bjargingar­felag