Lýsing
Lýsing
Lýsing
Tá ið ein av ungu skótunum varð spurdur um, hvør hann helt borgarstjórin var, var hann skjótur at svara: Paul Watson! | Mynd: Dávur Winther

Paul Watson á Norðoyastevnu

SKRIVAÐ: Dávur Winther  |  02.06.2024 - 18:30 Mentan Myndarøð Tíðindi

Tað var ein metstór skrúðgonga við ítróttarfólki, býráðslimum, skótum og Klaksvíkar Hornorkestri, sum fór so prýðilig heim gjøgnum býin í dag.

Meðan riggað verður til Úti í Klaksvík, har serliga skótarnir skipa skrúðgonguna, er nógv hugnaprát millum tey mongu luttakandi.

Fremstir ganga skótar við fløggum, síðani hornorkestrið, síðani býráðslimir, so teir yngru skótarnir og so allur riðilin av ítróttarfólki.

Borgarstjórin, Karl H. Johansen, sum er barngóður og áhugaður í hvussu ungdómurin trívist og hvat, hann annars fæst við, fór at práta við teir smæstu skótarnar, ið gingu beint aftanfyri býráðslimirnar.

Jú, prátið gekk væl, og tey ungu høvdu nógv at fortelja, hesum áhugaða manninum. So spyr ein eldri: "Vita tit hvat hetta er fyri ein maður"?

Paul Watson! Var ein óviti skjótur at svara. Helst man hann hava sett borgarstjóran - ikki av órøttum - í sambandi við grind og grindadráp umvegis miðlarnar.

Nei, so var tað ein, sum visti betri beskeð - "Hatta er borgarstjórin! Hann bestemmar í Klaksvík"! Og so var látur og tíð var at fara til gongu við skrúðgonguni.    

Lýsing
Seinastu tíðindini
Gleðiliga jólasøku
Opið hús á KG leygar­dagin
Nýtt skip í føroyska flotan
Prógvhandan á Vinnuháskúlanum
Frískt Lot: - Vit eru spent at sleppa í…
Ótrúlig fakta: Messi og Ronaldo skora vi…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar til Andorra
Myndarøð: Íslendska forsetafrúan vitjaði…
Unga sildin kemur seg í Norð­urhøvum
Upptakt: NSÍ-KÍ
- Tað gongur ordiliga væl!
100 ára føðingardagur hjá Amandu
KÍ vitjar besta heimaliðið í ár
Paz letur upp kokkteylbarr
Ein trúgvur KÍ’ari er farin
Hans Arni og Marion – mikukvøldið í Bete…
Prógvhandanin hjá Tøknibreyt­ini verður ú…
Trivnaðar­nevndin á vitjan í norð­urøkinum
Spurnarkapping: Vinn krúss og fótbóltsbl…
Mylnuhúsið savnaði pengar inn til Team R…