Lýsing
Lýsing
Lýsing
Árni Frederiksberg greiddi væl frá samanberingini millum fótbólt og vinnulív | Mynd: Dávur Winther

Vinnaramentalitetur bæði á vøllinum og í fyritøkuni

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen, Myndir: Dávur Winther  |  08.06.2024 - 10:01 Ítrottur Tíðindi Vinna

Árni Frederiksberg er stjóri á Kjølbro Heilsølu, og hann hevði ein forkunnugan fyrilestur í Varpinum hóskvøldið til aðalfundin hjá Vinnulívsráðnum í Klaksvík.

 

 

Fyrst var aðalfundur við vanligari dagsskrá, og síðani tók Árni orðið sum gestarøðari. Árni Frederiksberg er uttan iva minst líka kendur sum ítróttarmaður sum hann er vinnulívsmaður, og eftir fyrilesturin fekk Norðlýsið orðið á hann. Árni tekur soleiðis samanum sítt upplegg:

– “Ja, eg eri mest kendur her í býnum sum fótbóltsspælari, og so fekk eg eisini høvið at gerast stjóri á Kjølbro Heilsølu fyri góðum ári síðan, og eg varð spurdur um at halda eina framløgu her í kvøld, har eg samantvinnaði tey bæði. Yvirskriftin gjørdist »Í viðgongd og mótgongd«. Tað sum eg stutt kom inn á, var hvussu gongdin í KÍ í seinastuni, sum ikki hevur verið tann allarbesta, kann tæna sum nakað, sum vinnulívið kann læra av”, sigur Árni, og fer víðari:

– “Eg tosaði um tvey sløg av virðum. Gongdina í fyritøkuni, sum kann metast í pengum, t.e. fíggjarliga – og har hevur tað gingið væl – men so eisini um gongdina í KÍ, har virðini ikki eru peningalig, men eita samanhald, stríðsvilji og vinnaramentan. At greiða frá, hvaðani tey virðini koma, er ein størri uppgáva. Ein rapport varð skrivað um tað fyri nøkrum árum síðani, allarhelst undir Mikkjali (Thomassen, blaðm.). Hesi trý virðini skulu altíð skína ígjøgnum, tá vit hyggja at besta mansliðnum hjá KÍ”, sigur stjórin og fótbóltsúrmælingurin, og heldur fram:

– “Hvar koma hesi orðini frá? Tey eru vald út við at hyggja at býnum Klaksvík. Hvat er Klaksvík og hvørjum stendur Klaksvík fyri? Vit hava gott samanhald her norðuri. Vit hava ein stríðsvilja, vit arbeiða hart, og so ynskja vit harumframt at vinna í seinasta enda. Eins og í fótbóltinum, har tað ikki altíð er tikitaka-spæl (flott fótbóltsspæl), men tað er at menn eru á vøllinum og vilja stríðast fyri hvørjum øðrum”, sigur Árni Frederiksberg.

– “Í fótbólti er alt sett upp í ein spíss, men tað er eisini av tí ekstrema, at vit kunnu læra nøkur ting, sum kunnu førast yvir á vinnufyritøkur. Í fyritøkuni Kjølbro Heilsølu gongur væl, og tað er ikki minst tí, at vit viðlíkahalda identitetin alla tíðina fyri ikki at missa hann vekk, júst sum í fótbóltinum. Eg havi verið stjóri í eitt gott ár og havi ein roknskap aftanfyri meg. Hann vísir eina positiva gongd, eina framgongd. Orsøkin er, at vit hava fokus á tey tingini, vit eru góð til, og samstundis at menna og optimera, nakað sum vit gera á ymiskar hættir hvønn dag”, sigur stjórin.

– “Um vit venda aftur til KÍ, so hava vit eina øgiliga spennandi tíð fyri framman. Vit hava havt eitt venjaraskifti fyri 7 dystum síðani og hava sæð eina positiva gongd. Vit hava eitt lið, sum livir meira upp til KÍ-identitetin enn vit hava gjørt. Tað var sjálvandi eitt afturstig at tapa seinast, og vit hava onki quick fix. Men eg trúgvi uppá, at vit koma at stríðast við í oddinum til tað síðsta, eisini um FM. Í løtuni gleða vit okkum ótrúliga nógv til europeisku dystirnar í summar, og eg dugi ikki at síggja, hví vit ikki skuldu gjørt eitt gott inntrykk har”, sigur Árni Frederiksberg, stjóri og fótbóltsleikari, at enda. 

 

Vinnulívsráðið skipar fyri regluligum netverksfundum gjøgnum árið. Mynd: Dávur Winther

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jesper Theilgaard á Torradøgunum
Filmur: Søgur úr fuglahúsinum
Methøgir sethúsaprísir í 2024 og gongdin…
Ben Lamin til KÍ
Nógvur vindur í nátt og morgin ári
Royn Special Olympics ítrótt í Klaksvík
Løgting í myrkri
Grandmas Basement og Herborg Torkilsdótt…
Húsið millum vatna verður av ongum
Torradagar 17. – 22. februar
Norðoya Sparikassi lækkar renturnar
Erik Biskopstø vitjar í Norð­lýsinum
Carmen fyri børn
Elveitingin norður um fjall styrkt
Lands­stýrið hevur tikið eitt lán á 350 m…
Samrøða við Ólá á Gravarbø
Harrapoddur 3 Tórik Rouah
Torbjørn Jacobsen manipulerar Føroya fól…
Vápnahvíld millum Hamas og Ísrael á trap…
Virðisøking í fiski­vinnuni