Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Oliver Joensen

Løgin og óheppin dagfesting til EB/Streym-KÍ

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  08.06.2024 - 20:25 Ítrottur Tíðindi

Bæði í mun til flytingarvindeygað og hvíld.

Føroyar taptu 4-1 móti Estlandi í kvøld. Tað ger, at Føroyar spæla aftur týskvøldið 11. juni í Riga móti Lettlandi.

FSF hevur ásett, at dysturin EB/Streymur-KÍ sum einasti dystur komandi umfar liggur fríggjakvøldið 14. juni. Hinir dystirnir liggja 15. og 16. juni. Kanska er ein orsøk, at sundalagsstevna í Kollafirði er komandi vikuskiftið.

 


Flytingarvindeygað letur upp 15. juni

Flytingarvindeygað letur upp leygardagin 15. juni. Hetta ger, at EB/Streymur og KÍ ikki fáa brúkt nýggjar leikarar (KÍ hevur higartil tveir leikarar uppá pláss). Ein kann so siga, at tað ávirkar ikki so nógv hendan dystin, tí tað er líka fortreytir fyri bæði liðini. Men ímun til hini liðini, so fáa EB/Streymur og KÍ ein dyst færri til nýggju leikararnar. Tað merkir m.a., at til umfarið 23. og 24. juni hava hini liðini frammanundan havt ein dyst at samanspælt ella givið dystarvenjing til nýggjar leikarar, meðan tað verður fyrsti dystur, har tvey lið kunnu brúka sínar nýggju leikarar. Eisini í mun til altjóða dystirnar er tað óheppið fyri KÍ, at nýggir leikarar ikki fáa hetta umfarið við.

 


Tríggjar dagar hvíld

Nakað annað er, at tað eru tríggir dagar millum landsdystin 11. juni og landskappingardystin 14. juni. Ástøðin sigur, at leikarar ikki eru fult úthvíldir fyrr enn fýra dagar eftir dyst og hyggja vit aftur til undanfarnu ár, so hevur FSF serliga lagt dent á, at tá lið spæla uttanlands, har nógv ferðing blívur, so mugu liðini hava fýra dagar millum dystir. Og hyggja vit eftir, hvussu føroyska kappingin er løgd í ár higartil, so eru altíð minst fýra dagar millum dystir. Tað er orsøkin, at landskappingardystir blíva fluttir ímun til steypadystir. Fyri fulltíðaryrkisfeløg, sum hava nógvar fleiri dystir um árið, er ikki óvanligt at spæla, har tríggir dagar eru millum dystir, men fyri føroyingar er tað óvanligt. Tó kann tað verða neyðugt í summum førum t.d. tá lið koma langt í altjóða kappingum, har dystir liggja hvørja miðviku.

KÍ hevur fýra landsliðsleikarar, meðan EB/Streymur ongan hevur. Tað kundi rakt bæði liðini eins hart, um EB/Streymur hevði landsliðsleikarar, men í hesum føri rakar tað bara annað liðið.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Løtan er komin at standa upp fyri KÍ
Alivannan vaks ein triðing
So nógv kosta sendistovurnar
Seyða­hundakapping á Vatnaskørðum 
Veðrið um vikuskiftið
DNA og basupør í 8. flokki
Fráboða atkomu- og luttøkuforð­ingar hjá…
Elsebeth vitjaði Norðlýsið
Ariana: - Eg kendi onki til Føroyar
KÍ kaffi áðrenn fyrsta dyst í ár
Hilmar Jan Hansen í kirkju­kjallarinum
Ungt Virki 2026 verður í dag – Miðnám á…
Tunnilin og espresso-maskinan
Ein útbúgving á Tekniska Skúla gevur skj…
Hoydalar við Tjarnir
Valfundu­rin á Skúlatrøð byrjaður
Kvinnukvøld í Varpinum 7.mars!
Sjógló vann SkúlaFM 2026
Hágóðskulaksalýsi burtur úr avskurði
Áhugin at velja flokkin er minkaður