Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Team Klaksvík

U9 til U12: Team Klaksvík millum tey bestu í landinum

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  09.06.2024 - 10:15 Ítrottur Tíðindi

(Úr Norðlýsinum)

Team Klaksvík hevur lagt stóra orku í ungdómspartin síðstu árini, og tað sást, tá hugt verður eftir úrslitunum farna kappingarár.

Kappingarárið 2023/2024 bleiv ikki gott fyri hondbóltliðini í bestu deildunum úr Klaksvík. Árið fyri komu bæði í hálvfinalur, men hesaferð komu hvørki av liðunum í endaspæl í nakrari kapping. Stjørnan endaði nr. 7 av 8 liðum í landskappingini, meðan Team Klaksvík endaði nr. 7 av 7 í landskappingini.

Bæði liðini spentu seg annars út til kappingarárið við fleiri útlendskum leikarum ella leikarum aðrastaðni frá, men tað vísti seg ikki at rigga, og tá nakað var komið inn í kappingarnar, vóru fleiri av leikarunum, sum byrjaðu í feløgunum, farnir avstað aftur. Í báðum feløgum var eisini eitt venjaraskiftið mitt í kappingini.

Men í hondbóltsfeløgunum er eisini ein ungdómspartur, sum er týdningarmikil fyri framtíðina. Og har sær gott út hjá Team Klaksvík, um hugt verður eftir úrslitunum í teimum yngstu deildunum upp til og við U12. Tó skal havast í huga, at sjálv úrslitini altíð skulu takast við fyrivarni, tá tosað verður um ungdómshondbólt, men tey kunnu geva eina ábending.

 


David Henigman og Ivana Ilic á odda

Team Klaksvík hevur síðstu árini havt David Henigman, ið eisini er málverji á besta liðnum, og Ivanu Ilic, ið eru hjún og bæði úr Zagreb í Kroatia, sum ungdómsvenjarar. Og úr Team Klaksvík hevur man alment eisini í fleiri førum sagt, at felagið hevur verið sera væl nøgd við arbeiðið, sum venjararnir úr Kroatia hava gjørt í felagnum. Í 2022 byrjaði Team Klaksvík eitt samstarv við Stjørnuna fyri ungdómshondbólt, har hesi bæði komu at venja lið hjá báðum feløgunum.

 


Team Klaksvík nummar tvey frá U9-U12

Telja vit samanlagt úrslitini á hsf.fo fyri øll feløgini, so sæst, at Team Klaksvík hevur havt lið í øllum deildum frá U16 og niður saman við fimm øðrum feløgum. Og tað er frá U12 og niðureftir, at úrslitini hjá Team Klaksvík leypa í eyga. Tí í teimum trimum deildunum í U12, U10 og U9 (eingin U11 kapping er) liggur Team Klaksvík í topp 4 í øllum og í tveimum av kappingunum í topp 2. Tað er bara H71, sum akkurat er betri í samanløgdum úrslitum fyri hesar tríggjar deildirnar, men hesi bæði feløgini skara framúr í hesum deildum.

 


Úrslit dreingir

Talan er um endastøður fyri bestu liðini í feløgunum. Í fleiri deildum hava fleiri feløg fleiri lið við. Tí mangla tøl fyri nakrar av endastøðunum, men tá er talan altíð um lið, sum frammanundan eru enda hægri í sama felag. Í flestu deildum eru fleiri bólkar, men í yvirlitinum er alt gjørt til ’’ein’’ bólk.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Deyðbóltsstøða avgjørdi í Sveis
Earth Hour í Klaksvík
Jákup og Dávid byrja inni í kvøld
Soleiðis eru ymisku økini í landinum umb…
Javnaðar­flokku­rin tapti Havnina
Aðalfundur hjá Landsfelag Pensjónista
Veðrið um vikuskiftið
Ikki so taktiskt snilt av B, C og E í No…
- Hettar var eitt heilt fantastist úrsli…
Seinastu dystirnir í grund­spælinum
At binda eina kenslu
Kamping- og viðfestisvog­nar í Klaksvík s…
Betri Oyggja­leikir avdúka maskott
Ein hjartans tøkk
Fimm norð­oy­ingar á ting
Tomislav Sivic í Klaksvík
Det er os der står herude og banker på
Nýtt talent í KVF
Ársfrágreiðingin 2025: Góður rakstur í e…
Sigurshar­rin vitjar Norðlýsið