Lýsing
Lýsing
Lýsing

Paraítróttartiltak í Klaksvík

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  10.06.2024 - 12:14 Ítrottur Tíðindi

Parasport Føroyar skipar fyri einum pop-up "kom og royn" tiltakið í Klaksvík 12. juni kl. 17.00-19.00.

 

Tveir ítróttaráðgevar vera til staðar alt tíðarskeiði, møguligt verður at stilla spurningar og fáa ráðgeving innan paraítrótt í føroyum og um hvussu tú kann gerast ein partur av paraítrótti. Ítróttaráðgevanir hava mangt og hvat av ítróttaútgerð við.

Markleys badminton venjingin hjá Parasport, sum vanligt er í Kambsdali, verður eisini at síggja kl.17.30-18.30. Hetta eru børn við kropsligum tarni.

Ert tú ein møguligur íðkari, eitt foreldur at barnið við serligum tørvi, ein møguligur venjari ella vilt tú bara vita meira um paraítrótt. Kom so ein túr forbí badmintonhøllina hendan mikudagin.


 Parasport arbeiðir fyri at geva fólkið við kropsligum tarni og menningartarni, møguleikan at gera ítrótt.
Við slagorðinum “øll kunnu íðka” ger Parasport eina roynd at fáa enn fleiri at verða kropsliga virkin.
Vit vilja vísa á møguleikar heldur enn forðingar og eggja fleiri at verða kropsliga virkin alt lívið – til gagns fyri bæði mentalu og kropsligu heilsu teirra.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jeff Landry: Vil arbeiða fyri at gera Gr…
8.019.600.000.000 kr
Nýggj regla hevur longu avgjørt lagnuna…
Myndarøð: KÍ kvinnur - 07Vestur (5-1)
Samleikin verður styrktur 
Konsertir í Leirvíkar Bátasavni og Ribar…
Lena Anderssen á Summar Festivalin
Nøglin: Hvør er besta manning 2006 - 202…
Tøkk - Sigrid Henrikka Margrethe Sofie G…
SU: Mor er ikke sur, mor er skuffet
Betesda fær vitjan á møtinum sunnukvøldi…
Toy Story 5 setir sjóneykuna á skíggjar…
Tá ið vit fóru til stroks
Klaksvík­ingur bleiv smurdur av á jóansøk…
40 atgongumerki eftir
Setið borin í nú!
Valsvik staðfest í Runavík
Vitlíki trýstir prísin á iPhone og PlayS…
Nordea grunnurin stuðlar Drivinum - nýgg…
Undirmannað KÍ-lið vann eitt stig