Lýsing
Lýsing
Lýsing

Búnaðargrunnurin hevði avlop í 2023 og nýtt stýri hevur skipað seg

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  15.06.2024 - 14:08 Myndarøð Tíðindi

Búnaðargrunnurin hevði í 2023 eitt avlop áðrenn skatt á slakar 11,5 milliónir. - Av hesum vórðu 4,3 milliónir goldnar landskassanum til at fíggja umsitingina av landsjørðini.

 

 

Samlaðu rakstrarinntøkurnar vóru 16,5 milliónir, harav rentur frá útlánum vóru góðar 5 milliónir, meðan rentur og kursjavningar av virðisbrøvum vóru 11 milliónir.

Útlánsvøksturin í 2023 var 6,4 prosent, og við árslok hevði grunnurin útlán fyri 133 milliónir.

Fíggjarstøðan hjá Búnaðargrunninum javnvigar við 350 milliónum, og eginognin er 337 milliónir.

Endamálið hjá Búnaðargrunninum er at veita lán og stuðul til føroyskan landbúnað, og umframt lán veitti grunnurin í 2023 stuðul á góðar 6 milliónir. Meginparturin av stuðlinum verður veittur til íløgur í bygging og velting, og síðstu 4 árini er tilsamans útgoldin stuðul fyri 48 milliónir, sum í miðal svarar til 12 milliónir um árið.

Landsstýrið hevur frá 1. juni valt stýrislimir í Búnaðargrunnin fyri eitt nýtt 3-ára skeið, og hava hesi skipað seg við Símun Gullaksen sum formanni og Barbaru Pállsdóttir Vang sum næstforkvinnu. Hinir stýrislimirnir eru Birita Mortansdóttir, Niels Winther Poulsen og Rani Slættanes.

Stjóri í Búnaðargrunninum er Egon Joensen.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hópfígging til telduspælið Beyond the Py…
Fyrsti heimadystur hjá KÍ-kvinnum
KÍ-arnir fingu høvuðsleiklutir í San Mar…
Sjálvstýris­flokku­rin hevur djúpar røtur…
Páska­stevna í Eysturoynni
Hesir byrja ímóti San Marino
Bjargingarbátur rekur til Føroya  
Fólka­floksháborgin er á Viðareiði, Miðfl…
Nýggja forkvinnan í MEGD ynskir samstarv
Beinir kann aftur gerast yngstur – so nó…
Høgni stórur FM favorittur
Skeið innan spreingitøkni styrkir trygd…
Eftirbátu­rin, ið dragnar
Deyðbóltsstøða avgjørdi í Sveis
Earth Hour í Klaksvík
Jákup og Dávid byrja inni í kvøld
Soleiðis eru ymisku økini í landinum umb…
Javnaðar­flokku­rin tapti Havnina
Aðalfundur hjá Landsfelag Pensjónista
Veðrið um vikuskiftið