Lýsing
Lýsing
Lýsing

KÍ kann enda í Kasakstan

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  19.06.2024 - 14:44 Ítrottur Tíðindi

Um KÍ tapur móti Differdange 03, so er møguleiki fyri einari av longstu ferðum, sum yvirhøvur er møgulig hjá feløgum í Europa.

Nú er greitt, hvussu vegurin hjá KÍ verður fyrstu umførini í altjóða fótbólti. Og tað eru sera stórur munur á, hvussu langt tað kann blíva at ferðast.

Fyrst skal KÍ møta Differdange 03 úr Luksemborg, har KÍ hevur heimavøll fyrst.

Um KÍ vinnur, so skal KÍ møta Malmo úr Svøríki, har útidysturin er fyrst. Malmo liggur bara 41 km frá Kastrup, so hetta verður eitt sera praktiskt lutakast, um tað kemur hartil. Men tapur KÍ, so verður tað hinvegin ein long ferð í 2. umfari í Conference League.

Um KÍ tapur, so skal KÍ møta taparanum av dystinum millum Ordabasy Shymkent úr Kasakstan-Petrocub Hîncesti úr Moldova. Á pappírinum hevur liðið úr Kasakstan meir virði - €11.63m móti €5.68m, men tó er neyvan óhugsandi, at liðið frá Moldova kann vinna. KÍ var í Moldova í fjør. Hetta liðið liggur vestanfyri í Moldova og liggur áleið 50 km. frá flogvøllinumi høvuðsstaðnum. Skal KÍ til Kasakstan, so verður talan um eina sera langa ferð, sum eisini kemur at verða sera kostnaðarmikil. Shymkent liggur sunnarlaga í Kasakstan, nær við Kyrgyzstan.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ein ferð úr Føroyum suður í hitabylgjuna
Prógvhandan á Tøknibreytini
Rótin á shortlist
Ferða­vinnu­ætlanin fyri Klaksvíkar kommun…
Viðareiðis kommuna nýggja heimasíðu
Bárður í Gallarí Havnará
Fimm bøkur til summarið frá Bókadeildini
ICES-tilmæli fyri fiskiskap eftir gullla…
KG avhendað í dag
Lívfiskastøðin í Svínoy tikið móti fyrst…
KG úr luftini
- Góða ferð til París
Jákup og Agnar vitja Norðlýsið
Skal KÍ brúka hópin sunnudagin?
Miðbýurin gerst dýrari – kommunan biður…
Arbeiðsbólkur skal leggja kós fyri alt í…
Arbeiðsbólkur skal seta kós fyri Klaksví…
Á Skúlatrøð: Fyrireik­ingar til byggistig…
Klaksvíkar kommuna biður um rakstrarkred…
Parkering við ferjuleguna