Lýsing
Lýsing
Lýsing

Nú mugu vit standa saman!

SKRIVAÐ: KÍ fjeppari  |  22.06.2024 - 08:35 Ítrottur Lesarabrøv

Sunnudagin verður ein spennandi og avgerandi dystur, tá KÍ fer til Havnar at vitja HB, og meir enn nakrantíð er brúk fyri tólvta manninum á síðulinjuni

 

 

Kappingarárið 2024 hjá KÍ hevur higartil verið ávirkað av óstøðugum avrikum, og orsøkinar eru fleiri: Við tað at árið 2023 ikki endaði fyrr enn á leið hálvan desember ímóti Lille í Fraklandi, byrjaði hetta kappingarárið hjá KÍ nakrar vikur seinni enn hjá teimum liðunum, sum KÍ kappast við. Aftrat hesum fór høvuðsvenjarin stutt áðrenn, at venjingardystirnir byrjaðu aftur í ár. Stutta tíðin áðrenn kappingarbyrjan saman við øllum skaðunum, og stórum væntanum, hevði gjørt tað torført fyri ein og hvønn venjara at taka yvir. Hetta vísti seg eisini at vera ein ov trupul uppgáva fyri Haakon Lunov, og KÍ hevur nú havt tvey venjaraskifti upp á stutta tíð.

Skaðastøðan er ikki batnað síðani kappingarbyrjan. Ístaðin er tað óhepna hent, at fleiri skaðar eru lagstir afturat teimum skaðunum, vit høvdu frá kappingarbyrjan. Nógvir týðandi leikarar hjá KÍ eru skaddir við tí avleiðing, at fáir av leikarunum, sum fingu mest spælitíð í fjør, eru tøkir í løtuni. Saman við hesum eru teir, sum eru eftir, kanska ikki komnir heilt upp á tað støðið, sum teir vístu í fjør.

Tað er ilt at peika á eina orsøk til tey laku avrikini higartil. Heldur man talan vera um eina blanding av ymiskum, sum er atvoldin til støðuna. Verður samanborið við tey trý seinastu kappingarárini hjá KÍ, so kann ein væl skilja, at fólk eru ónøgd við støðuna, sum hon er. Tað er eisini í ordan, men latið okkum ikki gevast at stuðla liðnum, men heldur koyra á okkara við at stuðla og heppa. Vit mugu trúgva uppá, at tað fer at eydnast hjá KÍ, eins og KÍ-fjeppararnir gjørdu við Margáir síðsta sunnudag, har tey líka til tað allarsíðsta vístu, at tey trúðu, at KÍ kann vinna óansæð støðuna.

 

Hanga í enn

Hóast alla mótgongdina í ár eru glottar at síggja fyri framman. Vinnaraviljin hjá liðnum er eyðsýndur í hesum tíðum, har KÍ hevur vunnið hóast liðið fyrst er komið afturút í dystinum: Fyrst var tað ímóti NSÍ, har KÍ - hóast aftanfyri við tveimum málum - megnaði at vinna 3-2. Síðan hava vit vunnið 2-1 á Skála, Víkingi og EB/streymi, har vit í øllum hesum dystum fyrst komu afturum 1-0, og ímóti EB/Streymi var tað enntá við 10 monnum tað mesta av dystinum. Alt hetta vísir, at liðið framvegis vísir ein vilja at stríðast, kempa og at vinna, hóast spælið ikki enn er har, vit vilja hava tað.

Í landskappingini hava vit tapt tríggjar ferðir. Ímóti B36 í øðrum umfari, ímóti HB í fimta umfari, og so ímóti Víkingi í tólvta umfarið. Sæð í bakspeglinum, er B36 nokk ein ‘ommer’, meðan HB og Víkingur eru øgiliga væl koyrandi í løtuni og hava bara tapt ein dyst higartil í landskappingini. HB hevur mist stig ímóti Víkingi, meðan Víkingur hevur mist stig ímóti KÍ.

Hópurin hjá KÍ er hart raktur í løtuni við skaðum og karantenum, men hetta gevur yngri lokalum leikarum møguleikan at vísa seg. Ímóti EB/Streymi komu 4 ungir leikarar inn. Silas, Dávid og Jákup kenna vit aftur, meðan ein ungur vágamaður, Heini Dai Jørgensen, er eitt nýtt andlit á besta liðinum, og hesir gjørdu allir ein stóran mun síðsta sunnudag.

Hóast alla viðgongdina hjá kappingarneytunum og alla mótgongdina hjá KÍ, so hanga vit enn í teimum, og vit kunnu við einum sigri á HB sunnudagin nærkast toppinum aftur.

 

Tólvti maður hevur nógv at siga.

Sunnudagin verður tí ein spennandi dystur. Norðlýsið hevur fyrr verið úti við, at KÍ kemur at mangla 15 til 17 sáttmálaleikarar til dystin, og tískil hevur liðið meira enn nakrantíð í ár brúk fyri so góðum stuðuli, sum møguligt, frá okkum fjepparum.

Latið okkum møta mannsterk upp í Gundadali og koyra á okkara leikarar. Tólvti maður kann gera stóran mun, og latið okkum sunnudagin prógva tað.

Koyr á KÍ!

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fólka­flokku­rin vil tryggja, at barsilsút…
Ruth leggur fíggjarlógar­uppskotið fram
Snotiligar dagføringar hjá P/­F Reyni Ser…
Løgmaður vitjað vesturi í Vágum
Norð­urlendsku hjarta­felagskapir­nar havt…
Merktu grindir­nar tætt saman
Malan Johansen háðar tey eldru
Margit Johansen fekk tænastumedalju kong…
Heystglóð í heyst­frítíð­ini
Myndarøð: Vinnudagur í Varpinum
Myndarøð: KÍ vann 3-0 móti Víkingi
Veðrið um vikuskiftið
Stuðla bróstunum í oktober
Mentan­arvirðislø­nir landsins 2024 í Varp…
Terja Ósá Sivertsen stillar upp
Hugnaligur føðingardagur í Norðoya Spari…
Harrapoddur á Norð­lýsinum
Klaksvík Snarathlon
Páll A. Klettskarð: Allir møguleikar eru…
Tann stóri feilurin er at kommunu­leiðsla…