Lýsing
Lýsing
Lýsing

Greining: Útlendsku starvsfólkini stóran búskaparligan týdning

SKRIVAÐ: Vinnuhúsið  |  24.06.2024 - 10:37 Tíðindi Vinna

Nýggj búskaparlig greining vísir, at útlendsk starvsfólk hava stóran týdning fyri føroyska búskapin. Lutfalsliga stórur partur av útlendingunum koma til Føroya í arbeiðsørindum, og tað er eisini við til at økja um positivu ávirkanina á búskapin

 

Týðandi leiklut

Greiningin staðfestir, at útlendsku starvsfólkini, ið eru komin til Føroya at arbeiða, hava havt ein týðandi leiklut í búskaparliga framburðinum í Føroyum seinastu 10 árini. Útlendsku starvsfólkini hava verið ein fortreyt fyri tí stóra búskaparvøsktri vit hava sæð í hesum tíðarskeiðnum. Ein meting, ið við fyrivarnum byggir á samanberingar við Danmark, vísir, at tey 2000 útlendsku starvsfólkini, sum eru komin til Føroya at arbeiða, góvu eitt íkast til BTÚ, sum svarar til 2 milliardir krónur í 2023. Greiningin vísir eisini, at útlendsku starvsfólkini bøttu munandi um úrslitið hjá almennu kassunum, sannlíkt við 200-300 milliónum krónum í 2022.

 

Fleiri útlendsk starvsfólk

Í Føroyum er talið av løntakarum við útlendskum ríkisborgaraskapi økt frá áleið 2,5  prosentum til umleið 7 prosent í 2024. Til samanberingar eru 23 prosent av løntakarunum í Íslandi útlendskir ríkisborgarar, meðan tað í Danmark eru 13 prosent.

Grundleggjandi eru tveir bólkar av útlendskum starvsfólkum í Føroyum, tey ófaklærdu og tey vælútbúnu. Størstu tilflytaralondini í Føroyum eru Filipsoyggjarnar, Rumenia og Pólland.

 

Loysa stóra starvsfólkatørvin

Serliga eru tað arbeiðsgevarar innan ferðavinnuna, fiskivinnuna, byggivinnuna og alivinnuna, sum hava nógvar útlendingar í starvi í Føroyum. Seinastu nógvu árini hava serliga alivinnan og ferðavinnan troytt vakstrarmøguleikar við stórum íløgum. Men bæði maskinur og tól krevja arbeiðshendur, og har hava útlendsku løntakararnir verið avgerandi fyri, at hesar vinnur ikki fingu stórar avbjóðingar við at manna størvini.

 

Johnny í Vinnukikaran

Seinni hesa vikuna ber til at hoyra eina longri samrøðu í Vinnukikaranum við Johnny í Grótinum, búskaparfrøðing, um nýggju greiningina. Vinnukikarin er poddvarpið hjá Vinnuhúsinum, sum setur kikaran á ymiskar tættir í vinnuni í Føroyum. Tú kanst millum annað lurta eftir poddvarpinum á Apple Podcast og Spotify. Her ber eisini til at hoyra aðrar Vinnukikarar: Leinkja: https://www.buzzsprout.com/2300165

Les notatið her

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jákup og Dávid byrja inni í kvøld
Soleiðis eru ymisku økini í landinum umb…
Javnaðar­flokku­rin tapti Havnina
Aðalfundur hjá Landsfelag Pensjónista
Veðrið um vikuskiftið
Ikki so taktiskt snilt av B, C og E í No…
- Hettar var eitt heilt fantastist úrsli…
Seinastu dystirnir í grund­spælinum
At binda eina kenslu
Kamping- og viðfestisvog­nar í Klaksvík s…
Betri Oyggja­leikir avdúka maskott
Ein hjartans tøkk
Fimm norð­oy­ingar á ting
Tomislav Sivic í Klaksvík
Det er os der står herude og banker på
Nýtt talent í KVF
Ársfrágreiðingin 2025: Góður rakstur í e…
Sigurshar­rin vitjar Norðlýsið
Jákup Magnussen innleiðir familjuferð ti…
Blaðstjó­rin kollgitti valið