Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Jón Berg hevur ikki fingið svøvnfrið í nátt - Danmark vinnur!

SKRIVAÐ: Eftirnøllarnir  |  29.06.2024 - 13:06 Merkisdagar & Kunngerðir Tíðindi

Hann er føddur í gylta EM-árinum hjá Danmark í 1992, og hevur hetta veruliga sett sín dám á uppvøksturin hjá Jón - ið er uppvaksin undir Fossum í Klaksvík. - Allarhelst er tað komið inn við móðurmjólkini, tá ið danski EM sigurin varð hátíðarhildin uppá tað allarhægsta, at hann varð føddur.

 

 

- Eg havi altíð fylgt væl við, serliga til endaspøl, og kenni eitt veruligt tilknýti til de danske drenge! Mín stóra fyrimynd á danska landsliðnum ígjøgnum árini hevur avgjørt verið Dennis Rommedahl. Teir venjarnir, sum eg hevði upp ígjøgnum árini hildu, at eg líktist honum í spælistíli.

Men eg havi eisini eitt tilknýtið til Kasper Dolberg, ið eg møtti, tá ið eg fór forlovilsisørindir í Danmark at keypa giftiring til Eyðgerð. Tá ið eg kom inn í handilin møtti eg Dolberg. Vit fullu í prát og tað endaði faktiskt við, at vit keyptu akkurát líka ringar til okkara gimsteinar.

Klokkan 20 í kvøld skal slagið standa, tá ið Danmark møtir Týsklandi. Jón er greiður í sínari talu, og hóast hann sær týskarar sum eitt gott lið - og hann er búsitandi uppi á Hædd, so hevur Danmark avrikað somikið væl til hetta EM, at teir kunnu hava góðar vónir ímóti týskarum.

- Týskland hevur bert Toni Kroos sum hevði við vissu komið inn á danska landsliðið, tí síggi eg fyri mær, at um vit klára at steðga Toni frá at diktera spælið, so klára vit at spæla okkum víðari í kappingini.

Spurdur um, hvør danskur leikari er mest umráðandi til dystin í kvøld, er Jón avgjørdur - LIÐIÐ er tað sum drívur verkið. Eingin keta er sterkari enn veikasta liðið. Bólturin er rundur, 11 ímóti 11, einki er avgjørt áðrenn fyrsta bríksl og Danmark fer at vinna! Vi er røøøøde, vi er hviiiide!

Vit ynskja Jón ein góðan dyst, og vóna at dagurin fer at vera góður fyri hann og tað danska landsliðið.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Myndarøð: Talvkapping á Norð­oyastevnu
Norð­oyastevnan í Varpinum
Jákup Pauli Johansen 50 ára starvsdag á…
Veðrið á Norð­oyastevnu
Heilivágs­ráðið farið til verka
Kular Røtur: Eg vil ikki í skúla
- Vit spyrja hinar spurningar­nar!
Blaðið er komið
Einans tríggjar sýningar aftrat av Norðo…
Norð­oyastevnuróðu­rin 90 ár
Gallarí Á Stongunum
Norð­oyastevnu­konsertin hjá Klaksvíkar Ho…
Norð­oyastevnu­framsýning
Ferðslan á norð­oyastevnu
Norð­oyastevnuskráin fríggja­dagin
Býarkoyring fríggja­dagin 29. mai
Skýlisklettur 2.500 pund
- At verða mentanar­hús í miðbýnum, tað f…
- Fólk vilja gjarna fara í føroysk klæði…
Føroyar ein Maritimur Tænastudepil
Lýsing