Lýsing
Lýsing
Lýsing

Fiska á ymiskum leiðum

SKRIVAÐ: Føroyska Sjómansmissiónin  |  04.07.2024 - 16:53 Tíðindi Vinna

-Fiskaríið er minkað í Barentshavinum síðstu árini. Tí eru útlitini fyri toskafiskiskapinum har, nokk ikki tey, tey hava verið, sigur Per.

 

Týsdagin 2. juli, landaði stóri grønlandski frystitrolarin Sisimiut, hjá Royal Greenland, 520 tons av toskaflaki í Norðhavnini í Klaksvík. Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð og heilsaði uppá manningina og fekk eitt stutt prát við skiparan, Per Bech. Hann segði millum annað:

-Vit byrjaðu túrin 5. mai í norskum sjógvi í Barentshavinum. Vit hava 520 tons av toskaflaki, og tað er brúkiligt, hóast tað onkuntíð hevur verið betri.

-Fiskaríið er minkaður í Barentshavinum síðstu árini. Tí eru útlitini fyri toskafiskiskapinum har, nokk ikki tey, tey hava verið. Vit hava tó fiskað sama tonsatalið í ár, sum í fjør, sigur hann.

-Tá vit hava landað og fingið nýggjar veirar umborð, fara vit til Eysturgrønlands at fiska tosk í nakrar vikur. Eftir tað rigga vit um til svartkalvaveiðu í Eysturgrønlandi, sigur Per.

-Síðstu árini hava vit byrjað árið við fiskiskap í Eysturgrønlandi. Síðani hava vit roynt í Barentshavinum, og seinna hálvárið plaga vit at royna í Eystur- og Vesturgrønlandi. Tað gevur fjølbroytni at vit fiskað á ymiskum leiðum og fiskað bæði tosk og svartkalva, sigur hann.

Um skip og manning sigur Per:

-Hetta er eitt gott og vælútgjørt nýtt skip, so umstøðurnar hava vit góðar. Vit eru 38 mans við, og tað eru grønlendingar og føroyingar og tað riggar væl.

Eg takki Gudi dagliga fyri allar góðar gávur og leggi skip og manning í Harrans hendur. Eg sendi tøkkina uppeftir - til Guds, og úteftir – til eina dugnaliga manning, sigur Per Bech.

Teimum og sjófólkinum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
FRITS – Fjøllini, fjørðurin og innasta h…
Páll Fangi vann á eystanstevnu
Tofta skúli fær nútímans stovu til alis-…
Sjómanna­dagu­rin fingið hval til undirvís…
Stroyming: Síðsti venjingardystu­rin hjá…
Ævintýrarabátu­rin Tecla vitjar í Klaksví…
Team Klaksvík hevur funnið bjørnina
Svein Rógvi tippar dagsins eystanstevnur…
Ellinor og sluppirnar
KÍ møtir SFK Sarajevo
Hópuppsøgn frá starvs­fólkum orsøk til fr…
Havi bíðað í 46 ár - Eg var ikki heppin,…
Samráðingar­nar við KAF slitnaðar og semi…
Vøllurin á Djúpumýru handaður
Flottasta mál við Djúpumýrar nakrantíð?
Konsert í Christians­kirkjuni
Mildrid: Skriv til Edvard Heen
Grind í Gøtu
Røddin eftir valið
KÍ vann 4-2 á B36 í kvøld