Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Oliver Joensen

Svein Rógvi tippar dagsins eystanstevnuróður

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  06.07.2024 - 09:44 Ítrottur Tíðindi

Svein Rógvi Nielsen Ljósstein, sum hevur vunnið nógv meistaraheiti við serliga Klaksvíkingi og Orminum Langa, hevur í ár alment tippað undan hvørjari stevnu. Við hansara loyvið endurgeva vit her, hvat hann væntar á eystanstevnu í Runavík í dag. M.a. kemur hann eisini við eini áheitan á manningarnar á Froðbingi og Tórsbátinum um at fara í Suðring og eitt 10-mannafar í Havn. 

 

Svein Rógvi skrivar:

Í Runavík kunnu ting henda. Bátar tjóðstarta, hanga fastir og stýra zigzag. So er spurningurin, um høvuðsdómarin er eftir bòkini og torir at hondheva hana.

 

Hvør vinnur í dag?

5 mf gentir 14- 16 ár

Nr. 1 Sílið
Nr. 2 Ørnin
Nr. 3 Drekin

5 mf gentir 17-18 ár

Kjósin við Saritu Kristinu Hansen er stórfavorittur at vinna og at vinna FM. Og tillukku við tí Sarita Kristina Hansen
Nr. 1 Kjósin
Nr. 2 Spógvin
Nr. 3 Títlingur

5 mf kvinnur

Vit skifta vinnarar idag
Nr. 1 Tjaldri vinnur, tær hava funnið vinnara melodien fram
Nr. 2 Erla Kongsdòttir
Nr. 3 Firvaldur

6 mf kvinnur
Nr. 1 - Jarnbardur tillukku Jannie Dam Jarnbardursen
Nr. 2 - Páll Fangi
Nr. 3 Hósvìkingur

5 mf dreingir 14-16 ár
Nr. 1 Fìpan Fagra
Nr. 2 Knúkur
Nr. 3 Blikur

5 mf dreingir 17-18 ár
Her kemur at broytast í dag og FM verður púra javnt.
Nr. 1 Fìpan Fagra
Nr. 2 Geytin
Nr. 3 her er púra opið

6 mf menn
Páll Fangi vinnur í dag. Hann hevur besta teknikk og hetta er gott fyri FM spenningin. Froðbingur er eisini har uhauha.
Nr.1 Páll Fangi
Nr. 2 Froðbingur (men hesir hoyra heima umborð á einum Suðringi)
Nr. 3 Sundabáturin

8 mf
Tórsbáturin við einari manning sum absalut skuldi róð við einum 10 mannafari. Skal vinna í dag og tað klárt eisini.
Gullbrandur kemur at arga, men ikki í dag (sorry Bárður Skorheim Guttesen man kemur ikki sovandi til nakað í dag)
Nr.1 Tórsbáturin
Nr. 2 Gøtutróndur. Tit mugu duga betur at rógva í lunn. Ikki verða bangnir fyri at loypa á beinanvegin.
Nr. 3 Ørvur. Fái skil uppá eindina so koma tit frameftir.

Superliga (10 mf)
Klaksvìkingur her og Klaksvìkingur der og Klaksvìkingur vinnur hvørja ferð.
Boom hinir mugu at stramma seg upp og ikki vísa kálva hjarta.
Loyniorið er: Tora at starta og duga at fara uppí endabekk.

Nr. 1 Klaksvíkingur
Nr. 2 Nólsoyar Páll og spenni í, møguliga ting kunna henda.
Nr. 3 Norðingur

Lýsing
Seinastu tíðindini
Myndarøð: KÍ vann trygt 3-1 á Djúpumýru…
Góða gongdin hjá KÍ heldur fram
Veðrið um vikuskiftið
Kvartettin í Betesda sangfund í Skálavík…
5 nýggjar barnabøkur á føroyskum
City Tórshavn hevur fingið nýggjan leiða…
Heiðrikur á Heygum í Gamla Seglhúsinum
Lena Anderssen spyr: “Dugir tú at tosa f…
Ruth og Gert eiga vakrasta urtagarð
FIFA-viðtøkur stríða ímóti ES-lóggávu, s…
Norðsøki 4.200 pund
200 milliónir við síðuna av
Avgerðandi dómur innan fótbóltin í dag
Upptakt: KÍ-NSÍ
Varpið rockaði
Onkutíð er neyðugt at bróta upp um ermar
Eg var helst fyrsti HF'ari í Føroyum
Kirkju­kjalla­rin: Tá Kambur sakk
”Munur er á at siga ósatt og at siga ósa…
Birgir Sigurðsson úr Klaksvík ger vart v…