Lýsing
Lýsing
Lýsing

Lena Anderssen spyr: “Dugir tú at tosa føroyskt?”

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  04.10.2024 - 14:33 Mentan Tíðindi

Í dag, fríggjadagin 4. oktober kemur fyrsta lagið av komandi føroyskt mæltu útgávuni hjá Lenu Anderssen á marknaðin. Talan er um sangin “Dugir Tú At Tosa Føroyskt”, sum Lena hevur skrivað saman við manninum hjá sær Niclas Johannesen.

 

“Dugir Tú At Tosa Føroyskt” snýr seg um upplivingar og eygleiðingar, Lena hevði, tá hon sum næstan 17 ára gomul flutti úr Kanada til Føroya og kendi seg heilt fremmanda, hóast sínar føroysku røtur. Ein stór forðing var tað málsliga. Øll barnaárini – frá tí hon sum trý ára gomul flutti úr Føroyum til Kanada – var enskt tað málið som ráddi í gerandisdegnum, og hun dugdi bert nakrar fáar setningar á føroyskum – og slettis onki á donskum – tá hon møtti fyrsta dagin í studentaskúlanum í Hoydølum.

Tað er Niclas Johannesen, ið hevur framleitt lagið, meðan Óli Poulsen hevur mixað og mastrað.

“Dugir Tú At Tosa Føroyskt” kann hoyrast her: https://lenaanderssen.hearnow.com/dugir-tú-at-tosa-føroyskt

Sangurin kann hoyrast her: https://lenaanderssen.hearnow.com/dugir-tú-at-tosa-føroyskt

 

Videolag er eisini gjørt, og tað kann síggjast her:  

https://youtu.be/Gm15QZdJmeQ?si=ivglsUQ2ksXi5eEO

Lýsing
Seinastu tíðindini
- Errin bjóða vit øllum heiminum inn til…
Jógvan Júst talar í Betesda sunnudagin
Føroysku flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu 3-0 á…
Skommin í Gijón
Opið hús á KG í dag
Liðhamar inni við 22.000 pundum
Stásilig upplatingarveitsla á KG
Flogbóltur: Kvinnur­nar spæla tveir dysti…
Fólka­pensjónin og fyritíðar­pensjónin hæk…
Atgongumerkjasølan er byrjað til finalun…
Prógvhandan á Sjónámi
Ein ferð úr Føroyum suður í hitabylgjuna
Prógvhandan á Tøknibreytini
Rótin á shortlist
Ferða­vinnu­ætlanin fyri Klaksvíkar kommun…
Viðareiðis kommuna nýggja heimasíðu
Bárður í Gallarí Havnará
Fimm bøkur til summarið frá Bókadeildini
ICES-tilmæli fyri fiskiskap eftir gullla…
KG avhendað í dag