Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Undirritaði

Veðrið um vikuskiftið

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  04.10.2024 - 15:41 Tíðindi Veðrið

Dagurin í dag byrjaði gráur og turrur. Eitt regnumráði nærkaðist av landsynningi, so tað fór at regna í Suðuroy fyrst og so við og við kring alt landið.

Tað fer at  regna alt vikuskiftið. Ættin fer at liggja av landnyrðingi alt vikuskiftið. Vindferðin verður ikki støðug, men fer at skifta eitt sindur.

Men nokk um tað hesaferð – niðanfyri er veðrið um vikiskiftið:

Seinnapartin er vindurin vaksin upp í 5 til 10 m/s av eystri. Tað er samdrigið og regn. Seinni í kvøld fer vindferðin upp í 8 til 13 m/s, og í nátt fer hann upp í landnyrðing. Sunnanfjørðs fer vindurin at minka niður í 5 m/s ella minni. Hitin í dag upp í 10 stig.

Fyrrapartin í morgin veksur vindurin upp í 10 til 15 m/s – enn av landnyrðingi – tó eitt sindur minni sunnanfjørðs, men so við og við er líka nógvur vindur kring alt landið. Seinnapartin veksur vindurin upp í 13 til 18 m/s. Allan morgin samdrigið og regn. Hitin í morgin 5 til 10 stig.

Sunnudagin 13 til 18 m/s – framvegis landnyrðingur. Stundum 20 m/s. Allan dagin samdrigið og regn. Hitin 4 til 9 stig.

 

Gott vikuskifti.

Lýsing
Seinastu tíðindini
VB: Vit vilja seta trygdina fremst
Lívið er tann størsta gávan, sum er og n…
Alt sprettur úr hugsjón­ini um umsorgan,…
Ongin spenningur um FM - Tíðin er komin…
Sjógvpumpu­skipan til Elverkið á Strond (…
Tøkk – Ægir 50 ár
Áskoðaraskýlið á Svangaskarði
Tey venja leik í Spinnarínum
Innangarðsútskiftingin í Haraldssundi
Heðin og Fríða vitja Norðlýsið
Starvs­fólk til Blómugarð á Húsum
Vísindavøka á ferð á Sørvágs Bókasavni í…
Ólógligar loyndar sjúkuskráir – amboð a…
Stradivarius í Løkshøll og Hátún
Drama í Sambands­flokki­num
Fríði Sigurðsson settur sum nýggjur stjó…
Eldri systkin vísa veg – byrja dagin við…
Ein túrur á seiðabergi
Send okkum gjarna tíni hugskot!
Spurnarkapping á Norð­lýsi­num í dag