Lýsing
Lýsing
Lýsing

Kvartettin í Betesda sangfund í Skálavík sunnudagin kl. 18:00

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  04.10.2024 - 14:58 Tíðindi

Kvartettin í Betesda hevur sungið saman í meir enn hálva øld, og sunnudagin verður høvi at hoyra teir syngja í eftirskúlanum Brúgvin í Skálavík, har sangfundur verður klokkan 18:00

 
 
Fyrsta framførslan hjá Kvartettini í Betesda var á eini nýggjársveitslu í 1968 í Betesda í Klaksvík, og meginpartin av tíðini siðan tá hava Gerhard Tróndheim, Steinbjørn O. Jacobsen, Oddmar Marsten og Sámal Johannesen mannað kvartettina saman við Árna Jacobsen sála, sum fór heim til HARRAN í 2017.
 
Sama kann sigast um Jógvan Mortensen, sum í mong ár hevur staðið á odda fyri tónleikinum hjá kvartettini. Umframt Jógvan verða Guttorm Matras, Erland Frederiksberg og Jákup Gunnarstein Hansen við í Skálavík sunnukvøldið.
 
Hóast hesir royndu sangararnir ikki eru heilt ungir longur, so venja teir framvegis regluliga og luttaka somuleiðis javnan á møtum. Nú hevur samkoman í Zion á Sandi boðið kvartettini suður at syngja í góðu hølunum hjá eftirskúlanum Brúgvin í Skálavík, og teir gleða seg.
 
Umframt sangin hjá kvartettini verður nógvur felagssangur og ein boðskapur frá John Færø á skránni.
 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Posta gevur út nýggj frímerki – frá segl…
Norðstrok: Kom við felagstúr
Aftur í 1956
Fosturforeldra­felagið á ferð: Hvussu fáa…
Grindamanna­felagið fegnast
Føroysk lúsadata í heimsflokki
Búnaðarstovan vertur fyri norð­urlendskar…
Vinningar í lutaseðlasøluni hjá N25Y – v…
Bókaframløga: Heimalambið Nella
Árligi ruddingardagu­rin verður týsdagin…
Dávur vitjar Norðlýsið
Team Klaksvík Legends - Kyndil Legends 
Veðrið hesa vikuna
70 veðurfrøð­ingar hittast í Føroyum
Veiðiloyv­ini verða nú 10 ár
Talvkapping fyri børn á Norð­oyastevnu
Norð­oyastevnu­framsýningin 2026
Vinnukaffi fyri vinnuni í kommununi
ES-nevndarlimu­rin í hav- og fiski­vinnumá…
KÍ vann uppá góðan fyrra hálvleik