Lýsing
Lýsing
Lýsing

City Tórshavn hevur fingið nýggjan leiðara

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  04.10.2024 - 14:46 Mentan Tíðindaskriv Vinna

Tað verður Siri S. Hansen, sum tekur yvir sum leiðari í City Tórshavn frá 1. november, eftir at Súsanna Sondum hevur røkt starvið í nærum 20 ár.

 

City Tórshavn, sum er partur av Visit Tórshavn undir leiðslu av Tordis K. á Rógvi Biskopstø, røkir tann kommersiella partin, so sum Mentanarnáttina, handilsvinnuna, Havnarkortið, Matstovudagar og mangt annað. Siri skal sostatt samskipa tiltøk og skapa virksemið, lív og trivnað í býnum, handilsvinnuni, tænastuvinnuni, ferðavinnuni, vitjandi og borgarum at gagni.

Hóast nýggj í starvinum, hevur Siri drúgvar royndir úr m.a. handilsvinnuni og ferðavinnuni, har hon hevur samskipað tiltøk og átøk, arbeitt við sølu, samskifti, marknaðarføring og PR annars. Hon kemur við einari breiðari bakgrund bæði sum marknaðarleiðari og samskipari hjá SMS, og ábyrgdarblaðstjóri hjá Kvinnu.

Vit ynskja Siri S. Hansen vælkomna í starvið.

Lýsing
Seinastu tíðindini
KG avhendað í dag
Lívfiskastøðin í Svínoy tikið móti fyrst…
KG úr luftini
- Góða ferð til París
Jákup og Agnar vitja Norðlýsið
Skal KÍ brúka hópin sunnudagin?
Miðbýurin gerst dýrari – kommunan biður…
Arbeiðsbólkur skal leggja kós fyri alt í…
Arbeiðsbólkur skal seta kós fyri Klaksví…
Á Skúlatrøð: Fyrireik­ingar til byggistig…
Klaksvíkar kommuna biður um rakstrarkred…
Parkering við ferjuleguna
Elbilar avdúka gamlar reglur – koyra før…
KÍ í finaluni um løgmanssteypið eftir st…
Gleðiliga jólasøku
Opið hús á KG leygar­dagin
Nýtt skip í føroyska flotan
Prógvhandan á Vinnuháskúlanum
Frískt Lot: - Vit eru spent at sleppa í…
Ótrúlig fakta: Messi og Ronaldo skora vi…