Eg var helst fyrsti HF'ari í Føroyum
Jákup Mikkelsen, vinnulívsmaður og politikari
HF í Klaksvík byrjaði á Klaksvíkar Sjómansskúla í 1974. Tað summarið var eg í Íslandi og spældi fótbólt við Kí. Heimafturkomin hevði pápi mín meldað meg til HF, sum skuldi byrjað einar tvær vikur seinni. Hetta var slett ikki mín ætlan. Eg ynskti at sleppa til skips. Eg frætti so, at fleiri av mínum vinum og kenningum høvdu avgjørt at royna hesa útbúgvingina, sum vit onki kendu til, uttan at hon var í Klaksvík, og tískil sluppu vit undan at fara til Havnar at ganga uppi í Hoydølum.
Forvitni fekk meg at fara heim á Sjómansskúlan henda dagin alt byrjaði, og eg bleiv hangandi.
Vit vóru á Klaksvíkar Sjómansskúla í umleið hálvtannað ár, og so fluttu vit út á Norðtex. Har vóru tær fyrstu HF pisurnar floygdar. Vit fóru upp til roynd í síðsta fakinum ein leygardag. Eg skuldi við Pride kl. 10 tann morgunin, tí vit skuldu spæla móti TB á Sevmýri sunnudagin, og tískil slapp eg fyrst upp í tí síðsta fakinum. Eg stóð eina løtu og bíðaði eftir próvtalinum.
Eitt 9 tal, og so leyp eg út á Kreidler scootaran og náddi akkurát umborð á Pride, áðrenn hann loysti. Komin at sita umborð rann tað knappliga fram fyri meg, at eg var liðugur við HF útbúgvingina, og at eg helst var fyrsti HF ari í Føroyum, tí so vítt eg veit, so vóru tær seinastu royndirnar í Havn og Suðuri mánadagin eftir. Men lítið varð gjørt bururúr HF prógvinum, tí fótbólsdysturin á Sevmýri var týdningarmikil og fylti alt í huga mínum.
Leiðin hjá mær eftir HF er sera fjølbroytt. Eitt stutt tíðarskeið las eg á Handilsskúlanum í Århus. Har kom lítið burturúr. Arbeiddi so í Klasksvík í tvey ár. Koyrdi lastbil og var læraravikarur. Fór á Føroya Læraraskúla 1980-84. Fekk starv í Ósaskúlanum og var lærari í eini 12 ár. Í 1996 gjørdist eg stjóri og eigari saman við øðrum av P/F J.F. Kjølbro Heilsølu.
Havi sitið í Klaksvíkar Býráð í 12 ár og í løgtinginum uppímóti 20 árum. Havi verið formaður í TSF – Talvsamband Føroya og í tí sambandi verið liðleiðari á tveimum talv olympiadum – Manila 1992 og Moskva 1994.
HF tíðin var ein fantastisk tíð. Vit mentust, lærdu og høvdu tað sera stuttligt. HF fekk ein serliga status í Klaksvík, tí hetta var fyrsta gymnisiala útbúgvingin, sum varð í Klaksvík og tí gjørdist samtaluevnið runt allan býin.
Í “drekkapausini” norðuri á Kósini kom tað meir enn so fyri, at onkur spurdi um nakar visti, hvat tey nú tókust við á HF. Og søgurnar vóru sjálvsagt nógvar. Og umtalan minkaði ikki, tá ein partur av flokkinum gav Norðlýsið út í nakar mánaðar. Eg haldi tað var bara ein, sum hevði aldur til at verða ábyrgdarstjóri. Minnist eg rætt var tað Jógvan Brim.
Tað vóru Johnni Thomsen og Hellen Heinesen, sum vóru krumptapparnir, sum gjørdu hetta experimentið til veruleika.
Saman við teimum vóru aðrar góðar kreftir, sum á ymiskan hátt gjørdu hetta møguligt. Alex Sólstein, Agnar á Dul, Símun Pauli Konoy, Hans David Matras og mong onnur saman við teimum.
Eg minnist gott aftur á tíðina á HF og tað góða vinalagið, sum var ímillum mínar floksfelagar.