Lýsing
Lýsing
Lýsing
Ellinor hevur dugað merkiliga væl at endurskapa løtumyndir frá eini farnari tíð til áhugaverdar og væl umtóktar málningar, | Mynd: Dávur Winther

Ellinor og sluppirnar

SKRIVAÐ: Dávur Winther  |  03.07.2024 - 03:45 Mentan Tíðindi

Fernisering verður í forhøllini í Varpinum komandi sunnudagin 7. juli kl. 16.

Ellinor Mercedis hevur longu, hóast sín unga aldur, verið virkin listakvinna í fleiri ár.

Eyðkendu og litríku málningar hennara, sum oftani ímynda sluppir, tó at tær eru langt fyri hennara tíð, hava hugtikið hana nógv.

Ellinor hevur dugað merkiliga væl at endurskapa løtumyndir frá eini farnari tíð til áhugaverdar og væl umtóktar málningar, settar í nútíðar samanhang ella høpi, sum siga bæði eldri og yngri hyggjarum nakað.

Eisini spæla fjallarøðir og kend landsløg væl við sum partur í summum av myndunum.

Seglhúsmenninir

Ellinor hevur altíð teknað nógv – heilt frá ungum av og hevur tekning, sum er grundhandverkið til málningalistina, verið hennara stóri áhugi.

Hans Erik Olsen var oldurabbi Ellinor og tí hava sluppirnar og mongu søgurnar saman við myndunum av sluppinum hjá Seglhúsmonnunum verið ein nátúrligur partur av uppvøkstri hennara. Her liggur helst eisini spírin til listaleiðina og -stílin hjá Ellinor Mercedis.

Støkkið inn á gólvið í Varpinum og verið við til eina spennandi søluframsýning, ið sum sagt letur upp sunnudagin 7. juli kl. 16.

Jóhanna C. Christiansen, forkvinna í Mentanarnevndini sigur nøkur orð, og Steintór Rasmussen, lærari og skald spælir nøkur løg.

Eisini verður boðin ein drekkamunnur við onkrum leskandi afturvið, har tað sjálvandi ber til at heilsa uppá ungu listakvinnuna.

Framsýningin er opin komandi dagarnar soleiðis:

Mánadag 8. juli til fríggjadag12. juli, frá kl. 17 - kl. 20

Øll eru hjartaliga vælkomin!

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hagafundur fyri Uppsalahaga
Straight Ahead Veðraplátan er loksins af…
Prógvhandan – Klaksvíkar HF skeið
Lea O. Højsted nýtt met í 100 m bringu
Gadus siglir heim
Framrættaður leikari til KÍ
Botnbrak í Klaksvík í kvøld
Tilbúgvingin eigur at verða styrkt
Statt ikki eftir á kaiini – bílegg pla…
Telja hval á sjeynda sinni
Ellinor og sluppirnar
Formula fingið herðaklapp fyri sítt avri…
Kular Røtur & Smíl á Norð Festivali­num 3…
Odmar, Hallur og Heini venja við aftur
Líggjas 1:53.14 og gull í 200 frí á NMU…
”Føroyar eru vakrastu oyggjar­nar í heimi…
Elsebeth Mercedis: Búfólkini á Skálagarð…
Sjúkra­húsverkið við nýggjari heimasíðu
Bridge: Eysturríki mátti aftur lúta
Borgar­stjó­rin stillar upp aftur