Lýsing
Lýsing
Lýsing

Kular Røtur & Smíl á Norð Festivalinum 31. aug 2024

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  02.07.2024 - 22:26 Mentan Tíðindi

Umframt Kular Røtur og Smíl, verður eisini spæliland við hoppuborgum o.ø, umframt at Sylvi aftur í ár vitjar børnini

 

Gamlir menn teir tosa um útróður og jørð. Abbi mín keypti sær eitt trummusett í fjør. Eisini eina gittar, hann smiða vil eitt hitt. Og børnini tey siga tað er onki abbaligt.

Steintór, sum er tann elsta kularótin, skrivar sangir til alla ta føroysku familjuna. Á Norð Festivalinum fer hann á pall saman við einum vøkrum tyssi av kulum børnum og ungdómi. Tónleikurin hevur onki aldursmark - hetta verður konsertin, har øll børn og barnsligar sálir kunnu syngja við.

Umframt Kular Røtur og Smíl, verður eisini spæliland við hoppuborgum o.ø, umframt at Sylvi aftur í ár vitjar børnini

Prísurin hækkar 12.Juli kl 23.59. Keyp tíni atgongumerki nú og spar pening: https://nordfest.atgongumerki.fo/webshop/event/2346743/order/info

Øll campingplássini eru útseld!

Tað er frammanundan greitt, at TV-2, Týr, Eyðun Nolsøe, Terji Rasmussen, Kim Hansen (Eyðun, Terji og Kim), Grandma’s Basement, Signar í Homrum v/ bólki, Vágaverk, Maria R. á Heygum, Døgg Nónsgjógv, Karl Martin Samuelsen, Jens Marni Hansen, Ottar Skottar og Rut Brend saman við Mikkjal Hvannastein eisini eru millum nøvnini á Norð Festivalinum 2024.

Komandi tíðina fara vit at kunngera fleiri nøvn.

Tað er á Viðareiði 31. aug. 2024 tað sker!

Lýsing
Seinastu tíðindini
Svein Rógvi tippar dagsins eystanstevnur…
Ellinor og sluppirnar
KÍ møtir SFK Sarajevo
Hópuppsøgn frá starvs­fólkum orsøk til fr…
Havi bíðað í 46 ár - Eg var ikki heppin,…
Samráðingar­nar við KAF slitnaðar og semi…
Vøllurin á Djúpumýru handaður
Flottasta mál við Djúpumýrar nakrantíð?
Konsert í Christians­kirkjuni
Mildrid: Skriv til Edvard Heen
Grind í Gøtu
Røddin eftir valið
KÍ vann 4-2 á B36 í kvøld
Fiska á ymiskum leiðum
Norðlýsið nú á Stoksoyra
Ovasta hæddin á Dávavirki­num til leigu
Nú vita vit hvussu nógvum serlæknum tørv…
Summarlegan manglar nakrar hendur aftura…
Nevndin skipað seg
Upptakt: KÍ-B36