Lýsing
Lýsing
Lýsing

Elsebeth Mercedis: Búfólkini á Skálagarði skulu ikki bíða

SKRIVAÐ: Fólkaflokkurin  |  02.07.2024 - 15:37 Politikkur Tíðindaskriv

- Skálagarður er ikki bara ein stovnur, men heimið og gerandisdagurin hjá nøkrum borgarum. Tí eigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, at loysa ósemjuna beinavegin, soleiðis at búfólkini aftur kunnu kenna seg trygg.

 

 

"...Vit eru fleiri, sum hava sagt frá, at vit eru ótrygg". Soleiðis segði Emil Bjarnaskor, búfólk á Skálagarði, í Degi og Viku fríggjadagin.

Ein útsøgn, sum ikki eigur at koma fyri. Tí Skálagarður ikki bara ein stovnur, men heimið og gerandisdagurin hjá summum borgarum.

Seinastu tíðina hava miðarnir víst á, at tað valdar óvissa og ótryggleiki á Skálgarði. Tað er ikki bara Emil Bjarnaskor og onnur búfólk, sum hava víst á, at støðan ikki er nøktandi.

Óluva í Gong, forkvinna í Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, at hon ongantíð hevur upplivað nakað tílíkt, síðani hon fyrstu ferð kom í nevndina í felagnum.

Hetta er alt annað enn nøktandi, og tí eigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, at blanda seg uppí málið sum skjótast, um ósemjan ikki verður loyst nú. At lata standa til er óvirðiligt og kann ikki góðtakast.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fiska á ymiskum leiðum
Norðlýsið nú á Stoksoyra
Ovasta hæddin á Dávavirki­num til leigu
Nú vita vit hvussu nógvum serlæknum tørv…
Summarlegan manglar nakrar hendur aftura…
Nevndin skipað seg
Upptakt: KÍ-B36
Hagafundur fyri Uppsalahaga
Straight Ahead Veðraplátan er loksins af…
Prógvhandan – Klaksvíkar HF skeið
Lea O. Højsted nýtt met í 100 m bringu
Gadus siglir heim
Framrættaður leikari til KÍ
Botnbrak í Klaksvík í kvøld
Tilbúgvingin eigur at verða styrkt
Statt ikki eftir á kaiini – bílegg pla…
Telja hval á sjeynda sinni
Ellinor og sluppirnar
Formula fingið herðaklapp fyri sítt avri…
Kular Røtur & Smíl á Norð Festivali­num 3…